og so fekk HB fríspark á sjálvum brotsteigarmarkinum. Hetta skeyt Regin Reinert beinleiðis í málið, og so var 1-0 til HB. Stutt eftir hetta var B36 um at javna, tá ið evnaríki miðvallarin, 16 ára gamli Áki [...] leygardagin. Á B36-liðnum var liðskiparin Jákup Mørk elsti maður, hóast hann einans er 25 ár. Hinir leikararnir hjá B36 vóru allir um tey 20 og yngri. HB hevði tveir veteranar á liðnum, nevnliga Hartvig Joensen [...] tyktist, sum um tað ofta manglaði tann síðsta fríspælingin, og sum heild var ov lítið bit í álopinum. Hóast greiða B36 yvirvág í spæli, so var tað HB, sum legði seg á odda, tá fyrri hálvleikur var um hálvrunnin
landskappingini er altíð tann, sum liðini venja fram ímóti, og tá tað so er ein lokaluppgerð, ger tað bert spenningin enn størri. Og spenningurin hvarv ongantíð úr dystinum. VB byrjaðu varligari enn TB. Vágbingar [...] deild í fjør, men hóast 1. deild ikki er tað sama sum 2. deild, fer hann uttan iva at gera um seg eisini í bestu deildini. TB hevur annars ein annan jugoslava. Tað er venjarin Zoran Pavlovic, men hann hevði [...] javnleik so seint í dystinum. Og okkurt er um tað, tí hóast TB hevði flestu málmøguleikarnar, so vóru teir aftanfyri, tá fimm minuttir vóru eftir at spæla. Hetta var ein av teimum heilt frægu dystunum av
felagnum, um eg fari, sigur hann. Við hesum sipar Julian m.a. til, at um hann tá framvegis er rímiliga fastur á 1. liðnum, kann hann missa plássið hjá sær. Men hinvegin er hetta eisini eitt tekin um, at Julian [...] 0-2 móti Moss, og liðið liggur nú á 10. plássi við fimm stigum fyri fimm dystir. Enn er kortini stutt útliðið, og tað er bert eitt stig upp til liðið, sum liggur á fimta plássi í kappingini. Men tað broytir [...] Julian er ein partur av ætlanunum, sum KIL-venjarin Per Anders Sjøvold hevur fyri liðið hjá sær. Julian Johnsson er einasti veruligi landsliðsspælari, Kongsvinger hevur. Ein annar er á norska U21-landsliðnum
við FCK, og hann skal skora mál mest sum hvørja ferð. Tað er óvist, um Todi Jónsson fer at fáa nakað tilboð um at spæla uttanlanda, sjálvt um tað skuldi verið nærliggjandi at ímynda sær, at venjarin hjá [...] og Lars Højer stóðu hesa ferð fyri uppspælinum. Bólturin var stungin inn um verjuna, og tað eydnaðist mær at lyfta hann upp um málverjan, sum var á veg út, greiðir Todi Jónsson frá úr Keypmannahavn. Lars [...] til at enda á. OB er sjey stig frá bjargingini, og støðan gjørdist ikki betri, tá Aarhus Fremad, sum er eitt av liðunum OB hyggur langt eftir, vann á heimavølli móti AB. Ikast, sum er á øðrum av niðurf
sera nógv fólk og tað er gleðiligt, sigur Hans Jørgensen. ? Tað, sum vit tó kanska eru fegnast um er, at tað vóru so nógv ungfólk, sum vístu javnaðarhugsjónini ans og tað gevur vónir um at flokkurin eigur [...] á listan. ? Okkara uppskot er so, at ein møgulig ungdómsdeild skal fáa eitt valevni við á listan til løgtingsvalið. ? Men hetta er bert eitt uppskot, og tað skulu vit tosa um á fundinum í kvøld, sigur Hans [...] Løgtingsvalið 1998 er farið afturum bak og tíðin er komin til at taka samanum. Hvat gjørdu vit rætt og hvat gjørdu vit skeivt og hvussu kunnu vit gera tað betri næstu ferð. Hetta eru alt skilagóðir spurningar
teir báðir siga, at teir ætla sær ikki at lata upp aðra staðni - enn í hvussu er. ? Nei, nú skulu vit »konsentrera« okkum um at fáa hetta upp at koyra í fyrsta umfarið, sigur Egin Høgnesen. Nýggi handilin [...] heitinum Sportmaster. Í Danmark er Sportmaster ein stór og sera kend keta, og nú er hon eisini í Føroyum. Arbeitt í eitt ár Teir báðir hava arbeitt við ætlanini í okkurt um eitt ár og tað hevur verið tógvið [...] so vóru teir meiri enn fegnir at gera eitt samstarv, sigur Egin Høgnesen. ? Tað er dýrt at fara uppí, sigur Egin, sum tó ikki vil siga hvussu nógv tað kostar. Kend merkir Hvat er so at fáa til keyps,
hevur ikki verið tað stóra at taka sær av hjá løgregluni um vikuskiftið, men okkurt hevur tó verið. Løgreglan í Havn fekk um vikuskiftið boð um, at onkur hevði framt umfatandi herverk á Kommunuskúlan. [...] gerð. Blóðroynd er tikin av báðum monnum og tá hon er afturkomin úr Danmark, frætta bilførararnir aftur frá ákærumyndugleikunum. Annars hava nøkur smærri ferðsluóhapp verið í høvuðsstaðnum um vikuskiftið, [...] løgreglustøðunum í Eysturoynni og í Suðuroynni hava teir ikki hava nakað at takast við hetta vikuskiftið. Um tað er eftirvirkningar frá valinum hósdagin sum gera tað, ella okkurt annað, skal verða ósagt
svarið verða nei. Í øllum føri er hetta ikki aktuelt í løtuni. Hvat var so av skrímslinum, ið Marx profiteraði um? Úrslitini ella skrímslini eru mong. ?Fyrsta Internationala? er eitt av úrslitinum. Stovnanin [...] num. Fakfeløgini royna, í alt ov stóran mun, at vera politiskt óheft, og spurningurin í dag er, um hetta er so rætt. Vit hava júst havt val, har teir borgarligu, - tað eru fyrst og fremst Fólkaflokkurin [...] var deyðatøgn... Tað er ómetaliga harmuligt, at føroyski vinstravongurin og fakfelagsrørslan ikki arbeiða betur saman enn so. Hetta átti at verið heilt nattúrligt, líka sum tað er í londunum rundanum okkum
tað klokkan 6 um morgunin og klokkan 5 um kvøldið. Um tað er semja á tí einstaka arbeiðsplássinum, kan arbeiðstíðin pr. viku skifta, bert hon er 37 tímar í miðal innan fyri eitt ár. Hetta var fyrr eitt [...] 115 kr. um tíman. Arbeiðstíð: Jólaaftan verður ein goldin frídagur. Tann vanliga arbeiðstíðin, sum arbeiðsgevarin kan ráða yvir, verður ein tíma longri frá klokkan 6 um morgunin til klokkan 6 um kvøldið [...] Vónirnar um longri frítíð vóru stórar og nógv hildu tí, at ein frídagur jólaaftan, sum var ísemingsuppskotinum innan fyri ídnaðin , var ov lítið - serliga nú, tá ið tann danski búðskapurin er so góður
ið hvussu er í einum føri standa vit tó saman, og tað er, tá ið ræður um teg, háttvirda flagg. Eingin skal dálka teg, uttan at vit øll gera vart við okkum. Eingin hevur patent upp á teg. Tað er eingin føroyingur [...] hvussu nógv og hvussu vøkur fløggini enn eru, so leitar eygað bert eftir tær, og stór er gleðin, um tú finst millum øll hini fløggini. Harafturímóti verða vit vónbrotin, um tú ikki ert at finna í flaggrøðini [...] hálvthundrað árum síðani, enn tað er í dag, men øll kenna vit støðuna at síggja flaggið hjá grannanum fara í fulla stong. Tá steðga vit á eina løtu og vilja fegin vita, hvør ið tað nú er, sum hevur føðingardag