Smáligheitir og persónligt agg mugu ikki forða framburði

Flaggdagsrøða

Gott fundarfólk! Góðu skótar og tit í Havnar Hornorkestri:

Í dag er 25. apríl, dagurin, tá ið vit hátíðarhalda teg, flagg okkara. Eins vakurt tú vart, tá ið tú gjørdist veruleiki í 1919, eins vakurt veittrar tú í dag, nú vit nærkast ár 2000. Flagg okkara, Merkið, við teimum føgru litunum reyðum, bláum og hvítum ? litunum, sum yrkjarin kvað um »Sjá tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð«. Litirnir við tí tekniska heitinum: tann fagurreyði: PMS 186 og tann azurblái PMS 3006. ? Mangan hevur tú havt tað buldrasligt ? serliga í tínum ungu døgum, tá ið tú skuldi berjast fyri tilveru tíni. Tað frøddi mangan føroying, tá ið tú endiliga vart viðurkent sum sjálvstøðugt flagg, og tað er tí eisini natúrligt, at vit á hvørjum ári minnast henda minniríka dag.

Ofta verður tikið til orðini hjá Hans Andriasi »Saman at halda varð ei okkum givið«. Tað mugu vit tíverri framvegis sanna. Men ið hvussu er í einum føri standa vit tó saman, og tað er, tá ið ræður um teg, háttvirda flagg. Eingin skal dálka teg, uttan at vit øll gera vart við okkum. Eingin hevur patent upp á teg. Tað er eingin føroyingur, sum ikki viðurkennir teg, og tað er í dag óhugsandi at vera teg fyri uttan, ella at seta annað flagg í staðin. Tú umboðar okkum øll, úti sum heima!

Hvør kennir ikki støðuna at vera stødd í útlandinum og síggja fløgg vundin á stong, ? hvussu nógv og hvussu vøkur fløggini enn eru, so leitar eygað bert eftir tær, og stór er gleðin, um tú finst millum øll hini fløggini. Harafturímóti verða vit vónbrotin, um tú ikki ert at finna í flaggrøðini. Tað prikar okkara stoltleika! Tí vit hava ynski um, at »har, ið merkini veittra, veittri eisini mítt!«

Nú vit dag og dagliga fáa vitjan av útlendingum í sambandi við oljuvinnuna, kunnu vit rokna við at fara at síggja fleiri fremmand fløgg á stong hjá okkum, enn vit eru von við. Tá ræður um at sýna líka stóra virðing fyri teimum, sum vit vilja, at onnur skulu sýna okkara egna flaggi!

Umframt at flaggið verður vundið á stong á almennum bygningum, so eru fleiri hús, sum hava eina flaggstong í garðinum ? kanska var tað vanligari fyri hálvthundrað árum síðani, enn tað er í dag, men øll kenna vit støðuna at síggja flaggið hjá grannanum fara í fulla stong. Tá steðga vit á eina løtu og vilja fegin vita, hvør ið tað nú er, sum hevur føðingardag, ella hátíðar heldur eitthvørt. Tá ert tú miðilin, ið boðar frá, hvat hendir hjá næsta okkara, so at vit fáa møguleikan at ynskja tillukku, ofta t.d. við at fara í handilin at keypa kort við tær á.

Og hvør kennir ikki hvøkkin, tá ið flaggið verð-ur vundið í hálva stong: Tá vita vit, at nú valdar sorgin. Tá ert tú, flagg okkara, boðberin, so at vit kunnu sýna næsta okkara samkenslu. Og tað verður gjørt á so mangan hátt: stillisliga og sáttliga verður farið til verka í mongum heimum. Konur og menn kring landið, ung sum eldri, uttan tykkara hjálp var mangan kaldligt: uttan háva, og ikki minst uttan við vinning fyri eygað, vísa tit eitt stórt hjálpsemi. Tað er gott at kenna fløvan av tí umsorgan, tit sýna í sorgini. Tit eru við til at varðveita áhugan fyri og sambandið við næstan, og hetta er ein tann størsta virðing, tit kunnu sýna Merkinum.

Tit børn, sum eru komin á Vaglið í dag at hátíðarhalda flaggdagin, tit, sum í løtuni halda, at einki hevur týdning uttan Spice Girls ella Backstreet Boys, og sum vaksa upp í hesum miðla- og teldutíðum, einki rørir hjartastreingir meira enn, tá ið tit í skúlanum tekna Merkið at veittra við flaggdagin ella, tá ið tit vilja gleða onkran føðingardagin: um so flaggið kanska ikki hevur tann rætta reyða ella bláa litin, og at mátini ikki eru tey røttu, hevur minni at siga. Eisini tit vita, hvønn týdning flaggið hevur fyri hvønn einstakan av okkum.

Úr bókini »Ein vandaferð« eftir Fríðriki Bláhamar stendur hetta brotið: »Skjótt fór Union Jack at tyngjast framman, og stutta stund aftan á fór hon undir við framstavninum fyri. Tað seinasta, vit sóu, var tað føroyska flaggið, og var tað sum okkara kæra skip við flagginum veittraði okkum sítt seinasta farvæl«.

? Hetta var á sumri í 1940, sama ár, sum boð komu um, at øll føroysk skip skuldu flagga við føroyskum flaggi: tann føroyski fiskiflotin sigldi til Bretlands við fiski úr Íslandi og úr Føroyum, hóast stórir vandar hóttu: týsk flogfør og kavbátar søktu mangt fiskifarið, sum endaði á havsins botni og nógvir mans sjólótust.

Tit ungu, sum hava sæð filmin Titanic, og sum í dag hava Leonardo de Caprio sum fyrimynd, vita tit, hvønn týdning flaggið hevur havt fyri sjómenn okkara, og kenna tit allar lagnurnar í Føroya søgu, har ungir dreingir og menn fórust? Leonardo fortaldi eina av mongum søgum, um lagnuna hjá unglinga, sum fórst á sjónum. Tit skulu vita, at vit hava havt nógvar slíkar ungar dreingir og menn, sum sigldu við skipum undir føroyska flagginum, og sum hava latið lívið á sjónum, og hvørs genta ella kona hava mist sín elskaða ? seinast fyri nøkrum fáum vikum síðani, og drýpa vit høvur í djúpari samkenslu við teimum eftirsitandi.

? Og tit ungu, ið eru á veg: fleiri og fleiri tykkara leita út í verðina eftir loknan skúlagang at síggja, hvussu onnur hava tað: gævi, at tit gera tað við virðing fyri Føroya fólki, landi og flaggi. ? Tað gera tit við m.a. at umboða land okkara á besta hátt: ikki sjálvglað, sjálvklók ella háðandi, men við tykkara skynsama verumáta at vísa góðsku, vit og skil, fyri at tit kunnu skilja tær umstøður, tey lond og tey fólk, ið tit vitja, so onnur fáa virðing fyri tykkum og harvið eisini flaggi okkara. Tit kunnu vera við til at leggja steinar á teir varðar, ið longu eru lagdir av nógvum føroyingum, sum hava umboða okkum runt um í heiminum.

At enda: Øll tit, sum hava bjóðað tykkum fram at standa á odda í Føroyum komandi 4 árini, tað er brúk fyri tykkum, tykkum verður ynskt góða eydnu og góðan byr, ? og ynski mítt skal vera, at tit sum vald verða, halda tey føgru lyftir, sum tit geva ? tað er langt síðan, at valevnini hava sýnt slíkan eldhuga, sum undan hesum valinum ? øll hava tit nógv boð uppá, hvussu landið skal stýrast: missið ikki hugsjónirnar, havið dirvið at standa við ? »fyri tí, tú veitst er rætt, doyggj um so má vera« ? og lat okkum nú síggja, at smáligheitir og persónligt agg ikki forðar fyri bestu loysnum, ið takast skulu, landi og flaggi til frama.

Gud signi land okkara. ? Góðan flaggdag. Takk fyri!


Oddvá Nattestad