Nýggjur ítróttarhandil í Havn

Nú eru aftur tveir ítróttarhandlar í høvuðsstaðnum. Leygarmorgunin lótu Egin Høgnesen og Jósvein H. Olsen upp nýggjan ítróttarhandil undir navninum Sportmaster

Nú eru aftur tveir stórir ítróttarhandlar í Havn.

Leygardagin lótu Egin Høgnesen og Jósvein H. Olsen upp nýggjan handil undir heitinum Sportmaster.

Í Danmark er Sportmaster ein stór og sera kend keta, og nú er hon eisini í Føroyum.


Arbeitt í eitt ár

Teir báðir hava arbeitt við ætlanini í okkurt um eitt ár og tað hevur verið tógvið stríð.

? Sportmaster kendi als einki til tann føroyska marknaðin og tí máttu vit gera eitt stórt arbeiði fyri at fáa teir at trúgva uppá tað, men tá teir høvdu sæð tølini, so vóru teir meiri enn fegnir at gera eitt samstarv, sigur Egin Høgnesen.

? Tað er dýrt at fara uppí, sigur Egin, sum tó ikki vil siga hvussu nógv tað kostar.


Kend merkir

Hvat er so at fáa til keyps, hjá Sportmaster?

? Í byrjanini hava vit lagt okkum eftir at hava tey kendu merkini, sum annars ikki hava verið so nógv at sæð í Føroyum, men vit hava eisini Adidas, Nike og Puma, sigur Egin.

Hann sigur eisini, at teir í fyrsta umfari hava lagt seg eftir at hava útgerð til summarítróttin.

? Steðgur er í ítróttargreinunum í løtuni, men tá hesar fara undir fyrireikingarnar seinni í ár, eru vit til reiðar, sigur Egin Høgnesen.


Ikki út á bygd - enn

Sum nevnt er fysti handilin í Havn og teir báðir siga, at teir ætla sær ikki at lata upp aðra staðni - enn í hvussu er.

? Nei, nú skulu vit »konsentrera« okkum um at fáa hetta upp at koyra í fyrsta umfarið, sigur Egin Høgnesen.

Nýggi handilin heldur til í Lucas Debesargøtu, har barnahandilin Daddan helt til fyrr og upplatingartíðirnar eru hesar:

Mánadag til hósdag frá klokkan 9 til klokkan 17.30, fríggjadag frá klokkan 9 til 19 og leygardag frá klokkan 9 til 14.