Løgtingsvalið 1998 er farið afturum bak og tíðin er komin til at taka samanum.
Hvat gjørdu vit rætt og hvat gjørdu vit skeivt og hvussu kunnu vit gera tað betri næstu ferð.
Hetta eru alt skilagóðir spurningar og rættir at seta aftaná eitt so stórt tiltak, sum eitt val av røttum er.
Tí kallar Vága Javnaðarfelag til fundar í arbeiðsmannafelagshúsinum í Miðvági í kvøld klokkan 20.
Væl nøgd - hóast alt
Hans Jørgensen, formaður í Vága Javnðarfelag sigur, at teir eru væl nøgdir við valið, hóast teir ikki fingu mann valdan á ting.? Hóast vit ikki fingu mann valdan á ting hesaferð, so hava vit hála nógvar atkvøður, sum vit mistu seinast, innaftur.
Javnaðarflokkurin hevur ligið á einum tryggum triðjaplássi í Vága valdømi í nógv ár.
Í 1988 væntaðu bara 8 atkvøður í til at fáa mannin, sum tá fór til Sambandsflokkin og Fólkaflokkin.
Við valið í 1990 gjørdi flokkurin eitt rættiligt hál og gjørdist størsti flokkurin í Vágum við meiri enn 500 atkvøðum.
Hetta helt tó bert tað eina valskeiðið tí við valið í 1994 misti flokkurin umleið 300 atkvøður og maðurin fór aftur til teir »gomlu« flokkarnar.
Við valið hósdagin hevði Javnaðarflokkurin stóra framgongd kring alt landið, og í Vágoynni eydnaðist at toga uml. 80 atkvøður inn á hinar báðar flokkarnar.
Munurin millum stóru flokkarnar í Vágum er tí ikki meiri enn 126 atkvøður, og tað eru hesar atkvøður flokkurin vil hava fatur á til næsta val.
? Tað sær tíbetur út til at flokkurin er við at koma fyri seg aftur í hesum valdøminum eisini, sigur Hans Jørgensen.
Valmiðstøð í arbeiðsmannafelagshúsinum
Eins og Javnaðarflokkurin gjørdi aðrastaðni í landinum, so hevði felagið í Vágum eina fasta valmiðstøð.
Miðstøðin var í arbeiðsmannafelagshúsinum Miðvági og her skipaði felagið fyri kafé og fundum.
? Har vóru sera nógv fólk og tað er gleðiligt, sigur Hans Jørgensen.
? Tað, sum vit tó kanska eru fegnast um er, at tað vóru so nógv ungfólk, sum vístu javnaðarhugsjónini ans og tað gevur vónir um at flokkurin eigur gott í væntu, sigur hann.
Stovna ungdómsdeild
Sum nevnt, so hava serliga nógv ungfólk víst Javnaðarflokkinum í Vágum ans, og tað hevur nevndin í felagnum fest seg við.
Hans Jørgensen sigur at teir tí arbeiða við ætlanum at stovna eina deild av Sosialistiskum ungmannafelag í Vágum.
? So ætla vit at fáa yngri fólk við á listan næstu ferð, sigur hann.
Tað kunnu verða fýra fólk á hvørjum lista í Vágoynni og hjá Javnaðarflokkinum hevur siður verið, at tær stóru bygdirnar fáa hvør sín mann á listan.
? Okkara uppskot er so, at ein møgulig ungdómsdeild skal fáa eitt valevni við á listan til løgtingsvalið.
? Men hetta er bert eitt uppskot, og tað skulu vit tosa um á fundinum í kvøld, sigur Hans Jørgensen.
Fundurin verður sum nevnt í arbeiðsmannafelagshúsinum í Miðvági í kvøld klokkan 20 og nevndin í Vága Javnaðarfelag vónar at nógv fólk koma á fund.