TB og VB fingu eitt stig í part burtur úr dystinum, sum suðuroyingar høvdu bíðað eftir í spenningi í langa tíð.
Fyrsti dysturin í landskappingini er altíð tann, sum liðini venja fram ímóti, og tá tað so er ein lokaluppgerð, ger tað bert spenningin enn størri.
Og spenningurin hvarv ongantíð úr dystinum.
VB byrjaðu varligari enn TB. Vágbingar lógu aftarlaga og lúrdu upp á kontraálop, meðan TB sum heimalið skuldi skapa dystin.
Dysturin var bert góðar tíggju minuttir gamal, tá VB fekk eitt skot fyri bógvin við tað, at spælandi venjarin Milan Milanovic noyddist skaddur av vøllinum. Jugoslaviski venjarin hevur verið smáskaddur so at siga alt árið higartil, og tá hann noyddist út, kom Eyðun Kjærbo inn í vinstru síðu á miðjuni. Av tí sama fór John Eystberg inn á plássið hjá Milanovic mitt á miðjuni.
TB trýsti VB langt aftur á vøllin, men tað vóru kortini vágbingar, sum fingu fyrsta málið, sum Mikael á Lágabø gjørdi miðskeiðis í fyrra hálvleiki eftir innlegg úr høgru frá Dan Djurhuus.
Leikferðin var høg á Sevmýri leygardagin, og sólin bakaði, so tað fyri føroysk viðurskifti gjørdist sera heitt hjá spælarunum á vøllinum. Serliga móti endanum vóru menn troyttir, ikki bert av dystinum, men eisini av sólini, sum skein henda góða forsummardagin.
Sasha enn einaferð
Tvørámenn megnaðu ikki at svara aftur til málið hjá VB í fyrra hálvleiki, men seinni hálvleikur var ikki gamal, tá Alexander Radosavljevic gjørdi sítt fyrsta, men ivaleyst ikki síðsta, landskappingarmál fyri TB í ár.
Jugoslaviski áleyparin hjá tvørámonnum gjørdi eina rúgvu av málum í 2. deild í fjør, men hóast 1. deild ikki er tað sama sum 2. deild, fer hann uttan iva at gera um seg eisini í bestu deildini.
TB hevur annars ein annan jugoslava. Tað er venjarin Zoran Pavlovic, men hann hevði verið sjúkur í nakrar dagar og var tí ikki við í dystinum móti VB leygardagin.
Eftir útjavnandi málið fór tað at koyra rættiliga væl hjá TB, men enn eina ferð vóru tað vágbingar, sum tóku leiðsluna.
Hesa ferð var tað Birgir Jørgensen, sum fekk møguleikan og skoraði til 2-1 til VB.
Nú vóru góð ráð dýr hjá TB, sum hevði havt yvirlutan í spæli, men sum nú aftur var eitt mál aftan fyri grannarnar úr Vági.
Aftasti maðurin Pól F. Joensen varð tikin út, og áleyparin Herman Mortensen kom inn at styrkja liðið har frammi í eini roynd at fáa enn eitt mál, so okkurt stig kundi fáast burturúr.
Satsingin gav úrslit fimm minuttir fyri leiklok, tá TB fekk brotsspark. Tað setti Eyðun Svalbard í netið til endaligu støðuna 2-2.
Eftir dystin helt liðskiparin hjá TB, Pól F. Joensen, at teir høvdu verið betra liðið og kundu vunnið, men at teir kortini vóru hepnir at fáa javnleik so seint í dystinum. Og okkurt er um tað, tí hóast TB hevði flestu málmøguleikarnar, so vóru teir aftanfyri, tá fimm minuttir vóru eftir at spæla.
Hetta var ein av teimum heilt frægu dystunum av teimum mongu, sum gjøgnum tíðirnar hava verið millum TB og VB. Veðrið var gott, nógv fólk var komið at hyggja, og tey fingu fýra mál, tvey til hvørt liðið.










