Vit eiga ikki at hava sjálvstøðugar skúlar við færri enn 100 næmingum

Føroyar eiga ikki at hava sjálvstøðugar skúlar við færri enn umleið 100 næmingum, heldur stjórin í Undirvísingarstýrinum. Les tíðargreinina, sum hevur birt undir kjak um smáar skúlar

Tað er ikki givið, at allir smáir skúlar skulu lata aftur. Teir allar smæstu skulu. Men aðrir kunnu skipast øðrvísi undir eini felags leiðslu. Eitt nú kundu Vágs skúli, Porkeri skúli og Sumbiar skúli verið skipaðir undir eini leiðslu, men kundu varðveitt ávísa skúlagongd á einstøku støðunum, heldur Hjálmar Hansen.

Tíðargrein, Sosialurin 21. august 2026:

 

Hjalmar Hansen, stjóri í Undirvísingarstýrinum skrivar:

 

Hvør bygd sín skúla. Hetta er gomul siðvenja í Føroyum, og hóast samfelagið og samferðslan er munandi broytt seinastu 100 árini, so hugsa vit enn á sama hátt um skúlan og børn, sum ganga í skúla. Verður skúlin niðurlagdur og handilin stongdur, doyr bygdin, hoyra vit ofta. Men tað er ikki rætt, og dømini um tað eru fleiri.

 

Vit eiga ikki at hava sjálvstøðugar skúlar við færri enn umleið 100 næmingum av fleiri orsøkum.

 

Betri námsfrøðiligar møguleikar fyri børnini

 

Borið saman við ein skúla við 10 til 40 næmingar, so hevur ein størri skúli við fleiri næmingum betri førleikar fyri at røkja sínar skyldur sum lærustovnur, har børn og ung læra og trívast. Tað verða fleiri lærarar, betri og breiðari fakkunnleiki, størri møguleiki fyri at næmingalaga undirvísingina og gera næmingabólkar, har næmingar kunnu finna sínar líkar, og tað er altso lættari at finna ein sum meg, um vit eru fleiri saman.

 

 Í smærru skúlunum er vanligt, at 2 -3 árgangir eru í sama flokshøli, tí næmingagrundarlagið er so lágt. Tað verður mangan sagt vera avbjóðandi. Í størri skúla eru fleiri starvsfólk um uppgávurnar, og tað ger støðuna munandi minni viðbrekna enn í lítlum skúla við fáum starvsfólkum, sum mugu vera menniskjanslig og faklig túsundbein.

 

Og savna vit næmingar í størri skúlar, verða  skúlaskifti óneyðug ella færri, ið kunnu verða órógvandi. Hesi skifti eru ógvuslig hjá fleiri næmingum, tí munurin millum lítla skúlan og stóra skúlan er ikki smávegis í stødd, næmingatali og í øðrum lutum. At fara frá eitt nú 7 børnum í tínum árgangi til 70 er ikki smávegis lop.

 

Royndirnar hjá Undirvísingarstýrinum hesi seinastu árini vísa greitt, at tá ið avbjóðingar eru á einum minni skúla, tað kann bæði verða orsaka av næmingum og starvsfólkum, so koma hesar avbjóðingar at fylla nærum alt í skúlanum í rúma tíð og ávirka øll. Og tað er ikki so løgið, um hvørt starvsfólk telur kanska 15 - 25% av samlaða starvsfólkahópinum. Hetta hendir so at siga ikki á einum størri skúla.

 

Fyrimunir fyri lærarar

 

Tað verður meira og meira torført at fáa útbúnar lærarar til smærru skúlarnar. Umsøkjaratølini eru ógvuliga lág til hesi størv, so úrvalið er lítið, tá størv skulu setast. Vit síggja longu nú, at í Suðuroynni eru ov fáir umsøkjarar til størvini, og sama ger seg galdandi aðrastaðni.

 

Vit hava eisini seinastu árini sæð eina gongd, har skúlastjóri byrjar í einum lítlum skúla, men so tráar eftir at koma í ein størri skúla. Hetta hevur viðført stóra útskifting av leiðslum í smáu skúlunum, sum ikki er skilagóð. Umstøðurnar at leiða lítlan skúla eru eisini avmarkaðar, tí skúlastjóri í lítlum skúla hevur rættiliga nógva floksundirvísing afturat sínum leiðslustarvi og tískil kann ikki hugsavna seg um leiðslu í sama mun sum ein skúlastjóri í størri skúla kann.

 

Við at skipa nakað størri skúlaeindir verður eisini betri møguleiki at seta lærarar í fast starv. Antin tí skúlin verður størri, og setanarstøðini verða færri frá núverandi 39 skúlum til 20 ella har á leið. Ella hugsað  verður í setanarøkjum, har eitt setanarøki t.d. kundi verið Norðoyggjar, og leiðslan í ymisku skúlabygningunum verður samskipað. Tað hevði loyst eina heilt stóra avbjóðing við tíðaravmarkaðum setanum, sum Føroya Lærarafelag so rætt vísir á, og sum er ótrygg hjá alt ov nógvum starvsfólkum.

 

##med2##

 

Sjálvstøðugir skúlar ella lata skúlar aftur?

 

Tá tosað verður um skúlabygnað, er skjótt, at alt fer í baklás. Eitt argument er, at letur skúlin aftur, so doyr bygdin. Tað er snøgt sakt ikki rætt og ikki eitt fullgott argument. Eingin skúli hevur í longri tíð verið í Rituvík ella Lamba, og handil er heldur ikki. Men bygdirnar er livandi. At tað er  langt at ferðast er í flestu førum heldur ikki eitt argument longur við okkara væl útbygda samferðslukervi. Tað er trygt og lætt at flyta bæði næmingar og starvsfólk. Bygdir doyggja av øðrum orsøkum.

 

Tað er ikki givið, at allir smáir skúlar skulu lata aftur. Teir allar smæstu skulu. Men aðrir kunnu skipast øðrvísi undir eini felags leiðslu. Eitt nú kundu Vágs skúli, Porkeri skúli og Sumbiar skúli  verið skipaðir undir eini leiðslu, men kundu varðveitt ávísa skúlagongd á einstøku støðunum. Ein annar møguleiki, sum eigur at vera royndur, er at allir skúlarnir á Sandoynni verða skipaðir sum ein skúli, tá fingu vit ein skúla í oynni, sum fekk allar teir møguleikar, sum størru skúlarnir hava við at skipa serlig átøk, rúma serskipanum og menna fakliga grundarlagið. Eitt annað dømi er, at vit á Viðareiði og Fossanesi hava tveir hálvtómar skúlar, har vit júst hava fingið ein nýggjan tunnil ímillum, gevur ikki námsfrøðiliga ella fíggjarliga meining.

 

Tað krevur politiskt dirvi at fara undir hesar neyðugu broytingarnar.

 

Tað er ikki givið, at allir smáir skúlar skulu lata aftur. Teir allar smæstu skulu. Men aðrir kunnu skipast øðrvísi undir eini felags leiðslu. Eitt nú kundu Vágs skúli, Porkeri skúli og Sumbiar skúli verið skipaðir undir eini leiðslu, men kundu varðveitt ávísa skúlagongd á einstøku støðunum, heldur Hjálmar Hansen.

Tíðargreinin varð prentað í Sosialinum 21. august