Eftir eina góða byrjan upp á landskappingina hevur tað gingið meira niður á bakka hjá Julian Johnsson og Kongsvinger í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Teir byrjaðu væl við at vinna 3-0 á útivølli móti Lillestrøm, men síðani er tað blivið til bert tvey stig í fýra dystum.
? Vit eru komnir í ein aldudal. Annað kann ikki sigast, sigur Julian í telefonini úr Noregi.
Sunnudagin tapti Kongsvinger 0-2 móti Moss, og liðið liggur nú á 10. plássi við fimm stigum fyri fimm dystir. Enn er kortini stutt útliðið, og tað er bert eitt stig upp til liðið, sum liggur á fimta plássi í kappingini.
Men tað broytir ikki upp á tann veruleika, at tilveran sum fótbóltsspælari í Kongsvinger er eitt sindur strævin í hesum døgum.
? Vit eru so smátt farnir at merkja trýstið millum fólk í býnum, sigur Julian, sum eisini hevur ein varhuga av, at hansara pláss á liðnum ikki er so trygt nú, sum tað var fyri einari viku síðani.
? Eg spældi allan dystin móti Moss sunnudagin, men spældi ikki væl, ásannar Julian.
? Eg havi eisini fingið negativan kritikk í bløðunum í seinastuni, men eg haldi ikki, at alt av tí hevur verið rættvíst.
Julian vandi ikki við KIL-hópinum mánadagin, tí hann fekk ein skaða í dystinum móti Moss. Ein Moss-spælari sparkaði hann inn á knæið, meðan hann lá niðri, og mánamorgunin var knæið hovið. Læknin gav honum eina innspræning í knæið, og so skuldi hann binda frið í øllum førum í gjár.
Vil ikki hava hann
við landsliðnum
Julian Johnsson hevur verið fastur maður á landsliðnum seinastu tvey árini, og um alt gongur eftir vild, verður hann ivaleyst eisini millum nøvnini, sum fáa boð frá landsliðsvenjaranum Allan Simonsen, tá landsliðið skal spæla EM-undandyst í Estlandi hósdagin 4. juni. Men tað hóvar ikki leiðsluni í Kongsvinger, sum er trek at lata hann fara til henda dystin, um hann fær boð.
? Eg havi fingið at vita frá venjaranum, at hann helst vil hava meg at verða verandi her, tí vit hava fleiri týdningarmiklar dystir um tað mundið, millum annað í steypakappingini, sigur Julian.
Altjóða fótbóltssamtyktirnar siga, at eitt felag ikki hevur loyvi til at forða nøkrum av sínum spælarum í at umboða land sítt, tá boð er eftir teimum, so um Julian verður úttikin til dystin móti Estlandi, fer hann við.
? Teir kunnu ikki forða mær í at fara við landsliðnum, men tað kann blíva rættiliga keðiligt fyri mína støðu í felagnum, um eg fari, sigur hann.
Við hesum sipar Julian m.a. til, at um hann tá framvegis er rímiliga fastur á 1. liðnum, kann hann missa plássið hjá sær. Men hinvegin er hetta eisini eitt tekin um, at Julian er ein partur av ætlanunum, sum KIL-venjarin Per Anders Sjøvold hevur fyri liðið hjá sær.
Julian Johnsson er einasti veruligi landsliðsspælari, Kongsvinger hevur. Ein annar er á norska U21-landsliðnum, men Julian er so tann einasti, sum er fast innbúgv á nøkrum A-landsliðið.
Føroyska A-landsliðið skal annars í venjingarlegu á Svangaskarði um eina góða viku, men tað verður uttan Julian Johnsson og ivaleyst eisini fleiri aðrar fótbóltsútisetar, nú bæði danska og norska kappingin eru í gongd.