Tað hevur ikki verið tað stóra at taka sær av hjá løgregluni um vikuskiftið, men okkurt hevur tó verið.
Løgreglan í Havn fekk um vikuskiftið boð um, at onkur hevði framt umfatandi herverk á Kommunuskúlan.
Einir 13 til 15 rútar eru knústir á skúlanum og mett verður, at skaði er gjørdur fyri einar 25 til 30.000 krónur.
Ótangarnir hava verið inni í garðinum á skúlanum og har hava teir í frið og náðum kunna gjørt beistagerðina. Løgreglan veit enn ikki hvørjir ótangarnir, sum hava verið uppá spæl, eru.
Sunnumorgunin fekk løgreglan eisini boð um, at onkur hevði brotið ein rút í hølunum hjá Javna.
Heldur ikki her hevur løgreglan nakra ábending um hvør ella hvørjir ótangarnir eru.
Tveir tiknir
við kenning
Tað sær út til at ganga striltið at fáa fólk at halda seg frá at koyra bil tá tey hava drukkið.
Fríggjanáttina varð ein maður tikin fyri at koyra við kenning og somuleiðis sunnudagin varð ein tikin fyri somu gerð.
Blóðroynd er tikin av báðum monnum og tá hon er afturkomin úr Danmark, frætta bilførararnir aftur frá ákærumyndugleikunum.
Annars hava nøkur smærri ferðsluóhapp verið í høvuðsstaðnum um vikuskiftið, men tíbetur uttan fólkaskaða.
Friðarligt
í Eysturoynni
og í Suðuroynni
Á løgreglustøðunum í Eysturoynni og í Suðuroynni hava teir ikki hava nakað at takast við hetta vikuskiftið.
Um tað er eftirvirkningar frá valinum hósdagin sum gera tað, ella okkurt annað, skal verða ósagt, men í báðum økjunum hevur tað verið púra friðarligt.
Eldsbruni í Klaksvík
Tíðliga sunnumorgunin fekk løgreglustovan í Klaksvík boð um, at eldur var í umborð á Norðstjørnuni, sum lá við bryggju í Klaksvík.
Sløkkiliðið í Klaksvík varð boðsent beinanvegin og teir fóru á staðið og sløktu eldin.
Eldurin var byrjaður í kabyssini og náddi tíbetur ikki at koma víðari haðani áðrenn sløkkiliðið fekk tamarhald á honum.
Annars ljóðar úr Klaksvík, at eisini har hevur verið stak friðarligt um vikuskiftið.