?kommunistaskrímslið fer um Evropu

»Eitt skrímsl fer um Evropu - Kommunistaskrímslið. Øll vøld í gomlu Europu eru gingin saman um halga jakstran eftir hesum skrímsli...«

 

Sonja Jógvansdóttir í 1. mai røðuni á Vaglinum í Havn

Javnlíkar, soleiðis byrjar tað kommunistiska manifestið, ið varð skrivað fyri 150 árum síðani.

Manifestið, ið er ein politisk bardagaskrift, lysir tey samfelagsviðurskifti, ið tá vóru galdandi, og lysur m.a. heimssøguna, sum eitt stríð ímillum stættir. Ímillum frælsar og trælir - kúgara og tey kúgaðu. Eitt slær manifestið og so nógvar aðrar skriftir hjá Marxi heilt fast, nevniliga at vit eru bundin at okkara arbeiðskraft. Vit eru fæloysingar.

Marx sær fyri sær kommunistiska uppreisturin, sum eina náttúrliga fylgju av kapitalismuni, har kapitalisturin útnyttar arbeiðaran so groft, at hann noyðist at taka sakina í egnar hendur. Ella sum hann sigur tað síðst í manifestinum. ?Kommunistarnir? siga beint fram, at endamál teirra kunna einans verða nádd, við at øll tann galdandi samfelagsskipan verður koyrd um koll við makt. Lat tær ráðandi stættirnar skelva fyri kommunistisku kollveltingini. Við henni hava fæloysingarnir einki at missa uttan sínar leinkjur. Teir hava ein heim at vinna.

Fæloysingar í øllum londum, gangið saman!


Vit kunnu spyrja í dag, hvørt vit eru komin nærri at aðalmálinum í manifestinum- nevniliga at kollvelting fæloysinganna. Her má svarið verða nei. Í øllum føri er hetta ikki aktuelt í løtuni. Hvat var so av skrímslinum, ið Marx profiteraði um?

Úrslitini ella skrímslini eru mong. ?Fyrsta Internationala? er eitt av úrslitinum. Stovnanin av fakfeløgum og vinstrahallum flokkum eru eisini úrslit. Í føroyskum høpi var stovnanin av ?Sosialistisk Ungdoms Forbund? í 1911 eitt úrslit. Hetta vóru ungir menn, sum saknaðu eitt forum til at kjakast um sosialismu. Í 1915 kom skrímslið ?Enigheden?, fakfelagið í Tvøroyri. Stovnanin av Havnar Arbeiðskvinnu og -arbeiðsmanna felag er eitt skrímsl og ikki minst stovnanin av Føroyska Javnaðarflokkinum í 1925. Soleiðis kunnu vit halda áfram.

Vit mugu tó ásanna, at nógvar av profetium Marx hildu ikki og er hetta m. a. hesum mongu áðurnevndu skrímslum at takka. Fyritreytirnar broyttust so nógv, tá ið arbeiðarin skipaði seg bæði í fakfeløg og flokk. Sleppast kann tó ikki undan, at hann er ein av stórstu hugsarum heimurin nakrantíð hevur sæð, og er 1. maj, altjóða arbeiðaradagurin, eitt fínt høvi at minnast Karl Marx sála. Týdningurin Karl hevur havt á arbeiðararørsluna og politisku sosialistisku rørsluna er ómetaliga stórur og hansara ástøðir, tað veri seg menniskjafatan hansara, materialisman, søgumenningar teoriin, meirvirðislæran o.s.fr. verða enn í dag diskuteraðar. Skalt tú leita eftir rótum, so leiðast tær aftur til henda mann, sum við sínum framúr góðu teorium gjørdi sosialismuna meiri jarðbundna, og ikki minst hin ?kritiska analýsan? av kapitalistiska samfelagnum, er framvegis aktuell.

Hvar er føroyska fakfelagsrørslan so í dag? Jú, vit hava nógv rímuliga stór fakfeløg, eftir føroyskum mátistokki at døma. Men, tíanverri eru hesi alt ov ósjónlig í gerandisdegnum. Fakfeløgini royna, í alt ov stóran mun, at vera politiskt óheft, og spurningurin í dag er, um hetta er so rætt. Vit hava júst havt val, har teir borgarligu, - tað eru fyrst og fremst Fólkaflokkurin væl fylgdur av Sambandsflokkinum og gamla Sjálvstýri, - hava grundarlag at fáa parlamentariskan meiriluta í tinginum. Fakfeløgini áttu, líka sum vit síggja tað í londunum rundanum okkum, aktivt at verið við í valstríðnum og givið vinstravonginum eina innspræning einar tveir til tríggjar dagar frammanundan valinum. Hevði satt at siga væntað hetta. Kanska serliga tí, at vit fyrst í januar mánaði fóru í arbeiðsstøðg, fyri at mótmæla búskaparpolitikkin hjá távernadi bogarligu samgongu. Doyurin var lagdur á, frá fakfeløgunum, at hetta ikki skuldi gloymast, tá ið val einaferð var útskrivað. Men, undir valstríðnum var deyðatøgn...

Tað er ómetaliga harmuligt, at føroyski vinstravongurin og fakfelagsrørslan ikki arbeiða betur saman enn so. Hetta átti at verið heilt nattúrligt, líka sum tað er í londunum rundanum okkum.

Føroysku fakfeløgini kunnu verða ómetaliga sterk um hesi standa saman, hetta sóu vit eisini í janur mánaði.

Sjómenninir, ið flest allir jublaðu um skattalættan, verða í dag av pørtum í føroyska fólkaflokkinum bidnir um at vísa ?samfelagssinni? til komandi lønarsamráðingar... Apurnar á dekkinum skulu nú, stendur tað upp til hesar, lata mestsum allan skattalættan niður í djúpu lummarnar hjá reiðarunum. Jú, hetta er eisini eitt borgarligt úrslit, og listin yvir slík er so langur. Tíverri sær tað út til at hann kann leingjast.

Eitt úrslit kann verða arbeiðsrætturin. Hetta hava teir borgarligu fyrr roynt at fáa samtykt. Vit fara óivað teir komandi dagarnar at síggja hvussu hesin riggar í praksis í móður Danmark, har aðalverkfall jú er.

Havi annars hug at lesa eina yrking av dananum Carl Sharnberg, úr yrkingasavninum ?Der er noget, vi ofte glemmer? Hetta er ein yrking, ið fínt vísur ella afturvísur, at hvør maður ikki kann sær eydnuna góða smíða, um ytru materiellu møguleikarnir ikki eru til staðar.


Sigi tað harðmælt

Tit, ið framhaldandi siga

at hvør maður má sær eydnuna góða smíða

Tit, ið aftur og aftur siga, at tú kanst

tað tú vilt, sigi tað harðmælt!

Sigi tað, so tað ljómar á gongunum á sjúkrahúsinum,

har fólk liggja og droyma um

at sleppa inn á eina stovu. Sigi tað við tey.

Tú kanst, tað tú vilt!

Sigi tað við tey ungu, ið gjørdist bundin av skuld

fyri at nema sær útbúgvingar, og sum nú fáa

at vita, at tey skulu umskúlast. Sigi tað við tey!

Hvør maður má sær eydnuna góða smíða!

Sigi tað við tey, ið eftir sita av tí, arbeiðstøka

pápanum, ið tók lívið av sær, sig tað. Tú kanst

um tú vil! Sigi tað við tær einligu mammurnar:

Ein og hvør má sær eydnuna góða smíða.

Sigi tað við tey, hvørs børn eru á stórum

bíðirøðum: Tú kanst, um tú vilt!

Sigi tað, við tey burturskildu, hvørs rættindi

áhaldandi skerjast: Hvør maður má sær eydnuna góða

smíða! Sigi tað við tey, ið til einkis leita eftir

einum bústaði, men sum ikki eiga eina millión

fyri eina eigaraíbúð: Tú kanst, tað tú vilt!

Sig tað við tey eldru, ið noyðast at liggja í songini

í vikuskiftinum, tí heimahjálparnir

aftur skerast niður, sig tað við tey: Hvør maður

má sær eydnuna góða smíða!

Sig tað við tey mongu á jørðini,

ið ikki vita, hvat tað er at eta seg

mett, sigi tað: Tú kanst, tað tú vilt!

Tit, sum eru viðhaldsfólk at spælinum hjá fríu kreftunum,

og sum altíð vænta, at tað eru onnur

ið tapa spælið, sigi tað harðmælt, aftur

og aftur, so tykkara lutur í tí, sum nú hendur

er greiðari fyri enn fleiri, hvørs einasti

møguleiki er at finna saman og siga: Nú

finna vit okkum ikki í tí longur!


Boðskapurin í yrkingini er greiður.


?Jørðin hevur nokk av tilfeingi at nøkta tørvin hjá øllum her á fold, men ikki gírni hjá øllum? Soleiðis tók Mahatma Gandhi einaferð til, og eru hetta sannleiksorð. Havi hug at nema eitt sindur við alheims býti av virðunum.

Her eru vit við eini sera viðkomandi diskutión, nevniliga hví gerst hin fátæki parturin av heiminum ikki betri fyri. Tann samfelagsmenning vit hava haft tey síðstu 100 árini átti jú at skapa grundarlag fyri slíkum. Men fátækradømi er vaksið javnt síðani fyrst í seksti árunum. Inntøkubýti ímillum tey ríkastu 20 % og tey fátækastu 20% var í 1960 30 til 1. Hesi somu tøl vóru í 1990 60 til 1 og í 1996 78 til 1. Her er okkurt í alheimsskipanini, sum slettis ikki riggar. Menningarhjálpin, ið latin verður til hesi tilafturskomnu londini, er tíanverri alt ov ofta hjálp til sjálvhjálp. Tað er kapitalisturin í vesturheiminum, ið vinnur mest við hesum verkætlanum. Eisini hava verkætlarnirnar í menningarlondunum verðið merktar av, at man hevur sett seg ov illa inn í viðurskiftini. Hví skulu vit røða um hetta her á fyrsta mai? Svarið er eyðsýnt, vit eiga at leggj í onnur. Mitt í allari vælferðini er lætt at gloyma hesi. Men hava øll her á fold ikki uppiborið eitt virðiligt lív, har tað eru nøkur grundleggjandi rættindi, sum skulu varveitast? Fyrst og fremst mannarættindini, men so sanniliga eisini rætturin at fáa mat í munnin, rætturin at nema tær útbúgving, at sleppa á sjúkrahús. Tann meinigi maðurin, fæloysingurin í Vesturheiminum hevur havt sína uppgerð og má nú berjast fyri at varveita og útbyggja rættindini. Samfelagið er ikki kollvelt við makt, men stríðið hevur leikað hart á. Spurningurin er, um vit nú ikki áttu at hjálpt teimum í triðja heiminum við somu menning. Tað eru nógv virði, ið har verða skapt, men m.a. multinationalar fyritøkur fara avstað við øllum yvirskotinum. Hetta er kanska eitt sindur kantut sett upp, men virði - og tað nógv - verða skapt allastaðnis í heiminum. Tað eru bara ikki øll sum síggja nakað til tað. Arbeiðararørslan er jú ein altjóð rørsla. Vit áttu at víst solidaritet, eisini við teimum brøðrum, ið eru í menningarlondunum. Hesi eru fæloysingar í orðsins rætta týdningi.

Eisini er tað forbanna paradoksalt at t.d. ES londini mugu koyra bunkar av smøri, breyði, korni og víni vekk, meðan tey eitt sindur sunnanfyri hungra.

Havi í hesum sambandi hug at lesa yrking Martin Næs ?EYDNUSTUND FYRI OKKUM 1000, MEN!!!? ið er frá tí harrans ári 1975.


Eydnustund fyri okkum 1000, men!!!

3000 onnur

sóu dagsins ljós

á fyrsta sinni.

Vit fylgdust øll,

og høvdu øll

innan somu 24 tímar

verið

gjøgnum tað sama.


Tey 2000

havi eg enn ongantíð sæð,

bert hoyrt um tey,

og hoyrt tey grátið á filmum.

Onkutíð havi eg hugsað um tey,

og sent teimum ein 10 krónuseðil,

men annars....!


Hini 1000

eru tú og eg

og 998 onnur,

sum vit síggja dag um dag

í góðum klæðum,

og sum ikki líða nakra neyð,

eiga bøkur á hillini

og mat í skápinum.


1000!

hugsið um tey 2000!!

?? vit vóru jú 3000!!!


Hvørja ferð tað hevur ástaðið, hava vit lyft í felag, og tann meinigi maðurin hevur so sanniliga gjørt sína skyldu. Eisini tá tað umráddi at bjarga spekulantunum, og tí sonevnda føroyska kapitalistinum. Men eitt, ið vit hava sæð alt ov lítið til er, hvussu tey virði verða býtt út aftur. Samfelagið er ikki betur ella sterkari enn hin veikasti liðurin. Tað skal tí verða mín vón, at stórsti flokkur fer at skipa eina vinstrasamgongu, har nakað verður gjørt fyri tey veiku í samfelagnum. Har politikkurin fer at verða merktur av solidariteti. Har vit eisini stinga út í kortið, hvat vit ríkisrættarliga ætla

Tað skal verða mín vón, at politikarnir, í øllum føri teir á vinstravonginum, fara at seta hugtøkini FRÆLSI, JAVNAÐUR og BRØÐRALAG á ovasta breddan. Her koma fakfeløgini so sanniliga inn í myndina.

Vit hava í Føroyum fakfeløg, báði tey á privata líkasovæl sum tey á almenna arbeiðsmarknaðinum, ið gera alt fyri at varðveita sín neutralitet. Hesin framferðarháttur má og skal sleppast. Soleiðis verða úrslitini betur og sjónligari. Tað tykist sum ein negativur vekselvirkningur hevur rátt, tá talan er um at sameina fakfelagsrørsluna og vinstravongin í Føroyskum politikki. Latið tað gamla fara og tí nýggju øldina verða merkta av einum sterkum samstarvi har samhaldsfesti verður vørumerkji.


Takk fyri

Sonja Jógvansdóttir