korter fyri leiklok eydnaðist so VB at avgera dystin. Milan Kuljic kom at standa væl fyri, og hann sveik ikki, tá møguleikin beyðst. Seinastu løtuna royndu gestirnir at trýsta fyri útjavningini, men hetta [...] Hendan partin royndu vágbingar at betra sunnudagin við einum partvíst yvirfólkaðum miðvølli, har Nenad dróg langt aftur á vøllin. Og hetta riggaði eisini á tann hátt, at VB meira ella minni vann slagið [...] sum hevði bóltin meira, men tað gekk striltið at fáa nakrar veruligar møguleikar burturúr. Sum ikki einaferð í ár, so tykist tað enn vera trupult hjá liðnum at spæla álopsleikararnar, nú hesir eru av minna
90 cm. Eyðfinn Magnussen vísir á, at tað óivað er tað stóra veiðitrýstið, sum hevur verið á Føroyabanka, ið er atvoldin til, at toskurin ikki hevur havt møguleikar at veksa seg stóran. - Eisini upsin á [...] hitan við botnin. - Hesar kanningar vístu, at sjógvurin á Føroyabanka er eitt sindur kaldari nú enn fyri einum ári síðan. Eyðfinn Magnussen sigur, at síðan 1999, at hitin støðugt vaksin, úr 10,44 stigum upp [...] feitari aftur. Eyðfinn Magnussen sigur, at toskur, hýsa og upsi á Føroyabanka nú eru millum 3 og 5% feitari, enn tey hava verið seinastu undanfarnu árini. Hann heldur, at tað eru náttúruviðurskiftni við minkandi
stuðlunum er stórt, og tað er einki at liggja omaná, at tað eru stuðlarnir, sum tey seinastu árini hava verið orsøk til inntøkurnar, ið hava verið neyðugar í kappingini fyri at halda tørn um plássið í bestu [...] ÍF Fyri fyrstu ferð í fimm ár royndi ÍF seg í fjør í bestu deildini. Málið var at sleppa undan at flyta niður aftur í næstbestu deildina, og tað eydnaðist. Fuglfirðingar vóru alla tíðina í tyngra endanum [...] ÍF og seinni venjari hjá besta liðnum. Nú skal hann standa á odda í royndini at varðveita plássið í bestu deildini og helst at lyfta ÍF í hvussu so er eitt pláss longri upp á talvuni. Næsti hjálparmaður
landsstýrismaður við fiskivinnu-málum undir sær. Hann sigur, at tað var landsstýrið, sum kom eftir teir, sum hevur avskeplað skipanina. Hann sigur, at tað eru politikarar, sum hava ábyrd av tí, sum er farið [...] fiskivinnumálaráðharri, hev-ur ta ábyrgd, sum skal til fyri at steðga øllum hesum svansi, sum Heini í Kunoy kallar tað. Ivan, hann sigur, at hvør gamal grønlandsbátur og aðrir bátar, sum hava staðið í [...] Vit siggja nú, teir lata rækjuvinnuna bløða út og onki verður gørt. Tað haldi eg, at øll Føroya fólk kunna taka undir við at spekulatiónir hava vunnið á fornuftini. Hvussu allir hesir hava fingið fiskiloyvir
stuttligt Longu í fyrstu tíðskoyringini var greitt, at koyringin fór at gerast spennandi. Miðskeiðis í tíðarkoyringini fór at regna. Umstøðurnar gjørdu at tíðirnar gjørdust øðiliga ymiskar. Hetta hevði eina [...] BMW). Ákoyringin sá rættuliga klossut út. Schumacher segði aftaná at hann ikki sá Heidfeld, sum royndi at yvirhála. Úrslitið var at báðir bilar brotnaðu 15 umfør áðrenn endan. Úr skugganum av Schumacher [...] fjepparar hava ongantíð yvast um gávurnar hjá honum. Men hann hevur satt at siga ongantíð havt ein vinnarabil. Hetta man fara at gerast eitt sera spennandi kappingarár.
størri, enn hann tykist vera í dag, so er lítið at ivast í, at dystirnir komandi árið fara at fylla væl meira í pengakassan. Soleiðis verður vanliga roknað við, at ein fullsettur Tórsvøllur gevur um eina millión [...] áskoðarum í steypafinaluni, er als ikki ósannlíkt, at áskoðarainntøkurnar í 2007 fara at tátta í tær tríggjar milliónirnar. Eitt tal, sum FSF tó neyvan torir at seta í fíggjarætlanina. Fleiri útidystir Hinvegin [...] trupulleikar í at røkja gjaldsskyldur sínar. Ein stórur spurningur til fíggjarætlanina fyri 2007 verður helst, hvussu FSF ætlar at fíggja arbeiðið við U-21 landsliðnum. Her hevur verið ført fram, at útreiðslurnar
Hetta gjørdu teir best við at verja egið mál. Skála skuldi hinvegin fáa tvey mál, áðrenn alt var opið aftur. Tí var neyðugt at fara fram á vøllin. Tó ikki longur enn so, at verjuparturin eisini skuldi [...] staðið sína roynd, meðan Skála dumpaði. Skála dumpaði Hetta tí, at tað vóru skálamenn sum skuldu inn at skapa dystin. Teir skuldu inn at hava mál og leggja trýst á. Tað megnaðu teir bara ongantíð. Tvær [...] eisini bukkaði seg niður fyri at taka bóltin upp í fangi. Hvussu málverjin gjørdi er og verður ein gáta, men onkursvegna kloddaði hann bóltin millum síni egnu bein, soleiðis at vandaleysa skoti endaði í málinum
væntandi, at tær eisini vinna róðurin á vestanstevnu og harvið meistaraheitið. Frúgvin og Ørnin umboða Vágar Hjá 5-mannaførum við gentum er eisini líkt til, at genturnar umborð á Hvassa fara at tryggja sær [...] langa er, at bert fýra bátar úr Vágum vera við á vestanstevnu, og bert tveir av teimum hava møguleika at gera seg galdandi í stríðnum um heiðursmerki í FM-høpi. Harafturat kann leggjast afturat, at eingin [...] nógv koma uppá pláss í føroyska kapprógvingini, tí um alt gongur, sum tey flestu helst vænta, at tað fer at ganga, so vera ikki færri enn seks føroyameistarar funnir á vestanstevnuni. Hjá 10-mannaførunum
VB og Neistin hava higartil víst, at Stjørnan ikki skal taka nakað fyri givið í landskappingini, og við oddasessinum í grundspælinum í eygsjón, høvdu báðir partar nógv at spæla fyri. Mistøkini revsað Fyrstu [...] ráddi fyrst og fremst um at hava gott tak á Daivu Toumaite, og hennara leiklutur varð fyri tað nógva eisini avmarkaður. Og tá helst besti spælarin í landinum so eisini byrjaði at gera mistøk, vóru Neist [...] til flestu av hinum liðunum, so hevur Neistin sera góða breidd í hópinum, og tað gav at bíta, tá orkan hjá VB var um at ganga undan. Soleiðis fekk VB einki mál seinastu 10 minuttirnar, har Neistin veruliga
Landsins um at bera so í bandi, at fólk í Hesti og Koltri fáa betri ferðasamband. Ferðasambandið til og úr Hesti Í løtuni er ferðasambandið vánaligt, hóast tað bara tekur eitt korter at sigla millum Hest [...] í Hesti ynskir, at beinleiðis rutusamband verður seinnapartin hvønn dag úr Hesti til Gomlurætt, umframt tilkallitúrar um kvøldið. Á henda hátt kunnu fólk verða búgvandi í Hesti, uttan at skula frásiga sær [...] væl hóskandi til ferðafólkafluting út í Koltur. Í Koltri verður stórur dentur lagdur á at menna ferðavinnuna. Fyri at hetta skal eydnast, má skip sigla til Kolturs, har ferðafólk kunnu koma aftur og fram