Stýrdu seg í finaluna

Eitt kontrollerað avrik við høvuðsfokus á verjupartin sendi EB/Streym í fyrstu steypafinaluna nakrantíð

Málsetningurin hjá báðum liðunum var so greiður sum hann einaferð far verið. EB/Streymur skuldi bara varðveita tryggu tveymáls leiðsluna, teir høvdu frá fyrra dystinum. Hetta gjørdu teir best við at verja egið mál.

Skála skuldi hinvegin fáa tvey mál, áðrenn alt var opið aftur. Tí var neyðugt at fara fram á vøllin. Tó ikki longur enn so, at verjuparturin eisini skuldi passast, tí skoraði EB/Streymur bara einaferð, so var leyst og liðugt hjá teimum appilsinlittu.

Tá dysturin í gjár var liðugur hevði EB/Streymur staðið sína roynd, meðan Skála dumpaði.


Skála dumpaði

Hetta tí, at tað vóru skálamenn sum skuldu inn at skapa dystin. Teir skuldu inn at hava mál og leggja trýst á. Tað megnaðu teir bara ongantíð. Tvær ferðir gjøgnum teir 90 minuttirnar hóttu teir EB/Streym. Fyrra royndin var eitt frekt lobb frá Alexandur Johansen, sum fór upp um, og seinna var eitt hart og flatt fríspark frá Kaplanovic, sum René Tórgarð veittraði út um stólpan. Báðar fullu í seinna hálvleiki, og tað var tað heila.

EB/Streymur hevði heldur ikki nógv meiri enn tvær royndir á málið. Báðar átti nýggi maðurin, Károly, og báðu ferðirnar bjargaði málverjin Marcovic meistaraliga.

Tað kann tó ikki sigast um avrikið í samband við málið, sum EB/Streymur fekk nakað fyri leiklok. Úr 30 metrum tók Bárður Olsen kjansin og smekkaði til. Men skotið frá víkarmanninum var einki serliga hart og flatt eftir vøllinum hevði tað kós móti Marcovic, sum eisini bukkaði seg niður fyri at taka bóltin upp í fangi. Hvussu málverjin gjørdi er og verður ein gáta, men onkursvegna kloddaði hann bóltin millum síni egnu bein, soleiðis at vandaleysa skoti endaði í málinum.

Soleiðis dumpaði ikki bara Skálaliðið sjálvt, men eisini málverjin, sum annars hevði spælt væl. Tá hetta er sagt, so skal havast í huganum, at bæði Óbi og Levi Hanssen byrjaðu uttanfyri orsaka av skaðum, sum hava plágað fyrr í vikuni, umframt at leikandi venjarin John Petersen og liðformaðurin Pauli G. Hansen vóru burturstaddir.


EB/Streymur stóð

EB/Streymur stóð hinvegin roynd sína. Teir høvdu gjørt forarbeiðið í fyrra hálvfinaludystinum, og skuldu tí bara halda tørn. Tað gjørdu teir við at vera disiplineraðir og at spæla við skilinum heldur enn fyri áskoðarunum. Tí pent var tað ikki, men fyrsta steypafinalan hjá felagsliðnum úr Sundalagnum er veruleiki, og tað er tað sum telur beint nú.


Myndatekstur:

Meðan Skála mátti vera bæði John Petersen og Paula G. Hansen fyri uttan, so hevði EB/Streymur nýggju ungararnar á liðnum frá byrjan

Mynd: Álvur Haraldsen