Heðin Mortensen, borgarstjóri
Sum víst verður á í samgonguskjalinum, so hevur eitt væl útbygt og væl virkandi samferðslukervi alstóran týdning fyri trivnaðin í útjaðaranum og fyri vinnu og trivnað í landinum sum heild.
Tí verður heitt á landsstýrismannin í innlendismálum og Strandfaraskip Landsins um at bera so í bandi, at fólk í Hesti og Koltri fáa betri ferðasamband.
Ferðasambandið til og úr Hesti
Í løtuni er ferðasambandið vánaligt, hóast tað bara tekur eitt korter at sigla millum Hest og Gomlurætt.
Tá ferðast verður úr Hesti klokkan 17.15, mugu ferðafólkini bíða í Skopun í ein tíma, áðrenn tey kunnu sleppa víðari, og báturin er ikki á Gomlurætt fyrr enn klokkan 19, tá nógv tiltøk longu eru byrjað. Tí náa hestfólk ikki tiltøkini til tíðina. Heldur ikki sleppa tey heimaftur seinni um kvøldið, tí tá er eingin túrur.
Bygdafólkið í Hesti ynskir, at beinleiðis rutusamband verður seinnapartin hvønn dag úr Hesti til Gomlurætt, umframt tilkallitúrar um kvøldið. Á henda hátt kunnu fólk verða búgvandi í Hesti, uttan at skula frásiga sær tey tilboð, sum eru í miðstaðarøkinum, so sum kvøldskúla og ymiskt tiltøk.
Hetta áttið at latið seg gjørt, tí sum skilst, so dýrkar hetta bara við oljuni. Manningin á Teistanum er til arbeiðis allíkavæl.
Ferðasambandið til og úr Koltri
Einasta samband til Koltur í dag er tyrlan, ið flýgur ein túr mikudag, fríggjadag og sunnudag. Í juni, juli og august er mánadagur aftrat. Skulu ferðabólk aftur og fram sama dag, má farast vestur í Vágar. Soleiðis sum tyrluflutningurin er nú, er tyrlan ógvuliga avmarkað og ikki so væl hóskandi til ferðafólkafluting út í Koltur.
Í Koltri verður stórur dentur lagdur á at menna ferðavinnuna. Fyri at hetta skal eydnast, má skip sigla til Kolturs, har ferðafólk kunnu koma aftur og fram sama dag. Tilkallitúrar kundu verið tvær ella tríggjar ferðir um vikuna.
Samferðslan og ferðavinnan
Sum víst verður á í álitinum um ferðavinnupolitik, hevur samferðslumøguleikin avgerandi týdning fyri ferðavinnuvøkstur uttan fyri miðstaðarøkið. Tey vitjandi noyðast at laga seg eftir, nær slepst til og frá oyggjunum. At betra um samferðslumøguleikarnar hevur tí stóran týdning fyri bæði íbúgvarnar á oyggjunum og ferðavinnuna.
Strandfaraskip Landsins er við sínum landsumfatandi flutningskervi kjarnin í innanlands ferðafólkaflutninginum, og hevur ein sera týðandi leiklut fyri ferðavinnuna sum heild og fyri økismenningina. Tí er reglusemi, kunning og tænastustøði stovnsins sera týdningarmikið.
Heitt verður tí á Løgtingið, Innlendismálaráðið og Strandfaraskip Landsins um at betra um samferðsluna til og úr Hesti og Koltri og at seta pening av til endamálið.









