Nýggj og gomul andlit í ÍF

Fuglfirðingar hava fyri stuttum valt nýggjan formann, venjarin er nýggjur og samstundis gamal kenningur, og millum nýggju spælararnar eru gamlir kenningar

ÍF

Fyri fyrstu ferð í fimm ár royndi ÍF seg í fjør í bestu deildini. Málið var at sleppa undan at flyta niður aftur í næstbestu deildina, og tað eydnaðist. Fuglfirðingar vóru alla tíðina í tyngra endanum, og tað brendi støðugt undir teimum. Men teir vunnu lykladystir og endaðu næstaftastir. Í endaspæli eydnaðist tað teimum at sleppa undan niðurflytingini.
Nú ÍF fer undir næsta árið í bestu deildini í hesum umfarinum, hava teir gjørt fleiri broytingar. Formenninir í ÍF hava ikki verið drúgvir í sessinum nógvu tey seinnu árini. Inntil á aðalfundinum í februar var Rúni Petersen formaður. Hann hevði ikki verið leingi í tí sessinum. Á aðalfundinum bar hann seg undan nevndararbeiðnum, og nú er Sámal Hansen formaður í ÍF. Hann er púra nýggjur í ÍF nevndini.
Nýggjur venjari er Petur Simonsen. Hóast hann er nýggjur venjari í ÍF, og hóast hann ferðast úr Havnini og til Fuglafirðar at hava ábyrgdina av venjingini og dystunum, so er Petur Simonsen ikki ókendur í felagnum ella bygdini. Petur er ættaður úr Fuglafirði, har hann hevur búð og arbeitt, og hann hevur bæði verið formaður í ÍF og seinni venjari hjá besta liðnum. Nú skal hann standa á odda í royndini at varðveita plássið í bestu deildini og helst at lyfta ÍF í hvussu so er eitt pláss longri upp á talvuni. Næsti hjálparmaður hansara er Sonni Jensen. Hann var millum spælararnar sum í 1979 vunnu fyrsta og higartil einasta FM heitið til Fuglafirðar.
Tríggir nýggir spælarar eru at síggja á vøllinum í Fuglafirði, og eisini millum hesar eru kend andlit. Símun Eliasen, sum tey seinastu árini hevur verið í HB miðverjuni, hjálpir nú barndómsfelagnum, og málverjin Allan Joensen, sum seinastu árini hevur verið í Leirvik, hevur áður verið í Fuglafirði.
Inntil fyri tveimum árum síðani vóru Bartal Eliasen og Poul Ennigarð felagar í GÍ miðverjuni. Í fjør flutti Bartal til Fuglafirðar, og nú er Poul Ennigarð, sum higartil bara hevur umboðað GÍ, fluttur inn um Gøtueið.
Hóast nakað av gjøgnumtrekki í formanssessinum og á venjarabeinkinum, so er tað á einum øki, at viðurskiftini í Fuglafirði eru rættuliga støðug. Tað er í tí, sum verður nevnt ÍF stuðlar. Hesir eru ikki serliga hugaðir at vera í fremstu røð og alment kendir, men teir arbeiða stútt og støðugt. Hugflogið hjá stuðlunum er stórt, og tað er einki at liggja omaná, at tað eru stuðlarnir, sum tey seinastu árini hava verið orsøk til inntøkurnar, ið hava verið neyðugar í kappingini fyri at halda tørn um plássið í bestu deildini.