Fiskastovnar
Tað gongur sjáldan bara ein veg í náttúruni ? og sum heild hjá øllum tí, sum livir og andar. Viðhvørt gongur væl, og viðhvørt gongur minni væl. Men tað gongur sjáldan bara væl og sjáldan bara illa. Viðhvørt eru fiskastovnarnir væl fyri, og viðhvørt eru teir minni væl fyri. Søgan sigur okkum, at tað vendir altíð, sum tíðin gongur, bæði hendanvegin og handanvegin.
Sær betur út
Í september 2004 var Magnus Heinason á Føroyabanka og gjørdi regluligar yvirlitstrolingar.
Fólk frá Fróðskaparsetri Føroya og Fiskirannsóknarstovuni vóru við havrannsóknarskipinum og Eyðfinn Magnussen, biologur, sum starvast á Fróðskaparsetrinum, hevur skrivað frágreiðing um kanningarnar.
- Síðan ár 2000 er toskurin á Føroya Banka vorðin alsamt meira rak, og seinastu árini er hann minkaður 15% í fiti. Men nú er vend komin í aftur, og fiskurin er vorðin feitari aftur.
Eyðfinn Magnussen sigur, at toskur, hýsa og upsi á Føroyabanka nú eru millum 3 og 5% feitari, enn tey hava verið seinastu undanfarnu árini.
Hann heldur, at tað eru náttúruviðurskiftni við minkandi føði á Bankanum, sum hava verið atvoldin til, at fiskurin gjørdist so rak.
Nógv minni veiða
Nýggjastu kanningarnar hjá Magnusi Heinasyni vísa eisini, at miðalveiðan av toski, hýsu og upsa er minkað munandi í fjør í mun til árið fyri. Toskaveiðan er minkað við 55%, hýsuveiðan við 20 og upsaveiðan við 33%.
- Men tað er ikki bert minni til av fiski á Bankanum; fiskurin er eisini smærri. Helvtin av toskinum er minni enn 68 cm. Hetta er væl minni enn miðskeiðis í nítiárunum, tá ið miðallongdin á toski var millum 85 og 90 cm. Nú eru einans 4% av toskinum størri enn 90 cm.
Eyðfinn Magnussen vísir á, at tað óivað er tað stóra veiðitrýstið, sum hevur verið á Føroyabanka, ið er atvoldin til, at toskurin ikki hevur havt møguleikar at veksa seg stóran.
- Eisini upsin á Bankanum er smáfallandi. Kanningarnar vísti, at helvtin av upsanum er 52 cm. til longdar. Hetta er 4-5 ára gamal upsi ? og er saman upsastøddin, sum fingin varð í 2003. Miðallongdin á hýsuni var 45 cm., sum er 3-4 ára gomul hýsa.
Hitin lækkar
Á kanningarferðini hjá Magnusi Heinason í heyst máldu teir eisini hitan við botnin.
- Hesar kanningar vístu, at sjógvurin á Føroyabanka er eitt sindur kaldari nú enn fyri einum ári síðan.
Eyðfinn Magnussen sigur, at síðan 1999, at hitin støðugt vaksin, úr 10,44 stigum upp í 11,24 stig í 2003.
- Miðalhitin hendan túrin var 10,95 stig, sum er 0,29 stig kaldari enn somu tíð í fjør, sigur Eyðfinn Magnussen, biologur.










