Vónirnar um veruligan spenning í formel 1 kappingini vuksu almikið náttina millum leygardagin og sunnudagin. Bert 17 sekund vóru ímillum teir fyrstu 5 bilarnar, sum umboðaðu 4 ymisk lið.
Fisichella var á odda alla koyringina, og var ongantíð veruliga hóttur av bilunum aftanfyri seg. Sigurin var sannførandi. Orsøkin til at bert seks sekund vóru niður til Barrichello á øðrum plássi, var ivaleyst tí Fisichella spardi motorin. Hann skal brúkast aftur í næstu koyring um tvær vikur.
Regn er stuttligt
Longu í fyrstu tíðskoyringini var greitt, at koyringin fór at gerast spennandi. Miðskeiðis í tíðarkoyringini fór at regna. Umstøðurnar gjørdu at tíðirnar gjørdust øðiliga ymiskar. Hetta hevði eina rættuliga óvanliga byrjunarrøð við sær. 1. Fisichella (Renualt), 2. Trulli (Toyota) og 3. Webber (Williams BMW). Vanligi oddafiskurin Michael Schumacher (Ferrari) fekk 18. byrjunarstøðu, og hin Ferrari bilurin við Rubens Barrichello skuldi byrja sum nr. 11.
Schumacher rendi á
Sjeyfaldi heimsmeistarin Michael Schumacher, gjørdi ikki nógv um seg. Hann er fyrr byrjaður aftast og hevur bart seg allan vegin upp í stuttliga endan av bilunum. Men hesafer lukkaðist tað ikki. Hann tyktist ikki so sannførandi og var beint uttanfyri stigini, tá hann rendi saman við Nick Heidfeld(Williams BMW). Ákoyringin sá rættuliga klossut út. Schumacher segði aftaná at hann ikki sá Heidfeld, sum royndi at yvirhála. Úrslitið var at báðir bilar brotnaðu 15 umfør áðrenn endan.
Úr skugganum av Schumacher
Mundandi betur gekk hjá liðfelaganum hjá Schumacher: Brasiliumaðurin Rubens Barrichello, gjørdist ein av dagsins stóru hetjum. Hann megnaði at koyra frá 11. byrjunarstøðu til annað pláss. Við framúr taktikki, slap Barrichello framvið flestu kappingarneytunum í pittinum. Ungi spaniumaðurin Fernando Alonso (Renault) var bert 1,2 sekund aftanfyri Barrichello um mállinjuna.
Reyðir tarvurin hevur etið Jaguarin
Fyrrverandi Jaguarliðið er selt til Eyturríska drykkiðframleiðaran Red Bull. Okkurt heilt serligt man vera í Red Bull: Jaguar bilarnir, sum seinasta ár vóru heilt vónleyst ringir, eru nú nr. trý í liðkappingini. David Coulthard lá leingi nr. tvey, og var eitt sindur óheppin at bert gerast nr. fýra. Liðfelagin ungi Christian Klien sannførdi á sjeynda plássi. Red Bull hava ein góðan bil í ár.
Endiliga kappingarførur
Tá veittra var við tí ternutta flagginum fyri Giancarlo Fisichella, var hetta bert annar sigur hjá 32 ára gamla italiumanninum. 2005 er tíggjunda ári í formel 1 hjá Fisichella. Endiliga sær tað út sum gávuríki koyrarin hevur fingið ein kappingarføran bil. Formel 1 fjepparar hava ongantíð yvast um gávurnar hjá honum. Men hann hevur satt at siga ongantíð havt ein vinnarabil. Hetta man fara at gerast eitt sera spennandi kappingarár.










