Vágbingar aftur omaná

Eftir at HB tvey ár á rað hevði fingið fult í útidystinum, settu vágbingar tingini upp á pláss, tá teir við einum ansnum verjuavriki hildu tørn móti meistarunum

Fótbóltur

So er alt, sum tað plagar at vera, mundu tey hugsa í Vági sunnudagin.
Fyrr varð útidysturin í Vági roknaður sum kanska truplasti dysturin á árinum hjá HB. Hóast gullið ofta endaði í Havn, so var tað ikki takkað verið stigum úr Vági, har HB nærum hvørja ferð dróg svart. Soleiðis vóru árini 1992-2002 púrasta uttan HB-sigur í Vági, men í fyrraárið bragdaði brádliga, tá Andrew av Fløtum við einum hat-tricki sendi stigini til Havnar. Eisini í fjør endaði tað við HB-sigri, og tí var nakað um tosið, at HB hevði vent hagtølunum í Vági.

Bjarni rakti tvørtræið
Men hetta vildi VB broyta sunnudagin. Verjuparturin á liðnum hevur riggað væl higartil í ár, men hinvegin hevur tað ikki rigga so væl longur frammi á vøllinum.
Hendan partin royndu vágbingar at betra sunnudagin við einum partvíst yvirfólkaðum miðvølli, har Nenad dróg langt aftur á vøllin. Og hetta riggaði eisini á tann hátt, at VB meira ella minni vann slagið um miðvøllin.
Teir heilt nógvu møguleikarnar gjørdist talan tó ikki um. Fyri steðgin var nakra ferðirnar heilt nær við eftir hornaspark, og eisini hevði Bjarni Johansen eitt langt útspark, sum støkk upp um HB-málverjan og á tvørtræið.
HB var annars liðið, sum hevði bóltin meira, men tað gekk striltið at fáa nakrar veruligar møguleikar burturúr. Sum ikki einaferð í ár, so tykist tað enn vera trupult hjá liðnum at spæla álopsleikararnar, nú hesir eru av minna slagnum, sum helst skulu hava bóltin í beinini heldur enn høvdið.
Nakrar ferðir var tó nær við. Millum annað var Tór-Ingar ta einu ferðina púra leysur, men hesum fekk Bjarni Johansen í málinum tó vart fyri.

Talvan lýgur ikki
Eftir steðgin helt javna leikgongdin fram, men gott korter fyri leiklok eydnaðist so VB at avgera dystin. Milan Kuljic kom at standa væl fyri, og hann sveik ikki, tá møguleikin beyðst.
Seinastu løtuna royndu gestirnir at trýsta fyri útjavningini, men hetta eydnaðist ikki. Hinvegn kundi VB kanska økt, tá Símun Samulsen smekkaði til, men bólturin tók í stólpan.
Heilt móti dystarloki hevði HB sína bestu roynd, men Páll M. Joensen kundi bara staðfesta, at hetta ikki var teirra dagur, tá hann sá skotið hjá sær smella í stólparótina, áðrenn hann rullaði tvørtur um málið. Kanska eitt tekin um, at árið higartil hevur verið stongina og út enn inn, og í øllum førum lýgur stigatalvan ikki. Hon staðfestir, at HB longu nú hevur tapt tvær ferðir. Tað gjørdu teir bara eina ferð í fjør, men enn er langt eftir á mál í kappingarárinum