Eingin heimabátur á Sørvágsfirði

Fleiri føroyameistarar kunnu finnast, tá sætti FM-róðurin á árinum verður á vestanstevnu leygardagin. Hetta verður tó ikki nakar beinleiðis spennandi róður hjá heimaáskoðarunum, tí eingin bátur úr Sørvági er við í kappingini í ár

Leygardagin kann nógv koma uppá pláss í føroyska kapprógvingini, tí um alt gongur, sum tey flestu helst vænta, at tað fer at ganga, so vera ikki færri enn seks føroyameistarar funnir á vestanstevnuni.

Hjá 10-mannaførunum er Eysturoyingur langt framman fyri Vestmenningin á øðrum plássi, og megnar Eysturoyingur at fullføra róðurin á vestanstevnu – sum hann heilt víst fer at gera – so vinnur hann meistaraheitið á vestanstevnu. Tað sama er galdandi fyri 8-mannafarið úr Runavík, Heiðabátin, sum í løtuni er 11 stig framman fyri Argjabátin á øðrum plássi. Endar Heiðabáturin á einum triðja plássi leygardagin, so kunnu teir eisini rópa seg fyri føroyameistarar.

Hjá bæði 6-mannaførum við monnum og 6-mannaførum við kvinnum kunnu føroyameistaraheitini avgerast á vestanstevnu. Hjá monnunum er Sundabáturin átta stig framman fyri Tvørabátin, og sum Sundabáturin hevur róð síðstu róðrarnar, so hava teir góðan møguleika at fáa enn ein sigur á vestanstevnu, sum kann tryggja teimum meistaraheitið. Kvinnurnar umborð á Jarnbardi liggja at kalla enn betur fyri enn Sundabáturin. Tær hava vunnið allar róðrarnar trygt í ár, og tí er ikki annað enn væntandi, at tær eisini vinna róðurin á vestanstevnu og harvið meistaraheitið.


Frúgvin og Ørnin umboða Vágar

Hjá 5-mannaførum við gentum er eisini líkt til, at genturnar umborð á Hvassa fara at tryggja sær FM.- Tær eru í løtuni níggju stig framman fyri Drekan á øðrum plássi, og tí kunnu tær við einum sigri á vestanstevnu tryggja sær FM-heitið.

Í øllum hesum fimm kappingum, sum eru ummældar oman fyri, er eingin bátur úr Vágunum við í FM-stríðnum. Einastu bátarnir úr Vágum, sum taka lut í hesum kappingum, eru Ørnin hjá 5-mannaførum við gentum og Riddarin hjá 6-mannaførum við monnum, og eingin teirra er úr Sørvági, sum hesa ferð umboðar vestanstevnuna.

Einasta kappingin, har bátar úr Vágunum enn eru við í FM-stríðnum, er kappingin hjá 5-mannaførum við kvinnum. Her er Sílið tó heili níggju stig fremst undan róðrinum á vestanstevnu, og tí kann manningin hjá Havnar Róðrarfelag tryggja sær FM.heitið við einum sigri leygardagin. Ørnin og Frúgvin, sum eru úr ávikavist Sandavági og Miðvági, eru átta og níggju stig aftan fyri Sílið í FM-kappingini, og tí skulu síðstu tveir róðrarnir hjá teimum báðum hilnast sera væl, um tær skulu fanga Sílið aftur í FM-stríðnum.

So tað stutta av tí langa er, at bert fýra bátar úr Vágum vera við á vestanstevnu, og bert tveir av teimum hava møguleika at gera seg galdandi í stríðnum um heiðursmerki í FM-høpi. Harafturat kann leggjast afturat, at eingin av bátunum úr Vágum er úr Sørvági, og hetta er sjálvandi keðiligt fyri heimaáskoðararnir á Sørvágsfirði.