Spekulatiónir og svans

Johan F Magnussen
??????????????

Hetta, sum Ivan Johansen sigur, eru nøkur ting, sum rørast í Føroya fólki. Men fyri tað er hann ikki heilt uttan ábyrgd, tí hann hevur sitið sum landsstýrismaður við fiskivinnu-málum undir sær.
Hann sigur, at tað var landsstýrið, sum kom eftir teir, sum hevur avskeplað skipanina. Hann sigur, at tað eru politikarar, sum hava ábyrd av tí, sum er farið fram.
Men tann maðurin, sum situr sum fiskivinnumálaráðharri, hev-ur ta ábyrgd, sum skal til fyri at steðga øllum hesum svansi, sum Heini í Kunoy kallar tað.
Ivan, hann sigur, at hvør gamal grønlandsbátur og aðrir bátar, sum hava staðið í neystum, komu aftur í drift ella hava fingið fiskiloyvi.
Hvussu er við rækjuloyvinum? Hvør eigur tey? Eru tað mans ogn ella er tað lands ogn? Spekulattónir út í odd og egg.
Fiskimálaráðharrin, hvar er hann? Hví tekur hann ikki veiðiloyvini inn? Tað er hansara ábyrgd. Vit hava havt fiskimálaráðharrar úr øllum flokkum. Tað er hvør verri enn annar.
Vit siggja nú, teir lata rækjuvinnuna bløða út og onki verður gørt. Tað haldi eg, at øll Føroya fólk kunna taka undir við at spekulatiónir hava vunnið á fornuftini.
Hvussu allir hesir hava fingið fiskiloyvir, vita trý í Fskimálaráðnum sum hava sitið har í nógv ár. Tað ørkymlar alt Føroya fólk, hvaðani øll hesi fiskiloyvini eru komin frá. Tað hoyrdist frá fiskimálaráðnum, at øll fiskiloyvir skuldu leggjast út á eina heimasíðu. Um tað vrð gjørt, so hevði man sæð, hvað-ani tey eru komin frá, hvør ið hevur tey, og um nakar bátur ella skip er aftanfyri fiskiloyvið. Tað sær út, sum fiskimálaráðið ikki torir at koma fram við tí og leggja tað fyri Føroya fólk. Livst so spyrst.
Vit eiga ein bát, sum fekk veiðiloyvi fyrst í 1986, sum seinni bleiv umlagt til fiskiloyvi. Vit havi onki goldið fyri hetta loyvi, og hava heldur ikki selt tað til nakran. Men eg havi haft góð tilboð upp á tað loyvið.
Nú um dagar fór línu-báturin Mars av Míðvági. Seldur til Hósvíkar, har hann skal brúkast sum reservadeilir, stendur at lesa. Men mín sann skal hann eisini brúkast til at goyma fiskiloyvið hjá einum báti, sum er í frálandavinu.
So tað er ikki bara Janus - Havbúgvin- Popy-Drengur-Jógvan S og nógvir aðrir, sum eru blandaðir í hetta svansið. Tað er skylda hjá landsstýrismanninum - bara honum og ongum øðrum - at fáa loyst hesa fløkju.
At vit eru ein fiskivinnutjóð og skula liva av tí, sum havið gevur, so má tað fáast skil á nú, um tað ikki longu er ov seint.