Nógvur vindur var í Klaksvík í gjárkvøldið og í nátt. So nógvur, at ein bilur, sum stóð við eitt verkstað á Borðoyarvík koppaði og ein partur av tekjuni á “Vaskarínum” í Klaksvík, sum stendur niðan móti [...] tekjuni á “Vaskarínum” fór í heilum líki – eini 7 sperrur, úthang, lektir, undir- og yvirtakplátur alt í einum - eini 8 húsalongdir eftir vegnum og gjørdi, hóast stóra vavið, ikki so nógvan skaða frá sær [...] ljósmastur, áðrenn tekjan lendi “pent” inni í einum hava longur norðuri, har hon varð heft, so ikki størri skaði hendi. Hesin vindskaðin hendi um kl. 23.30 í gjárkvøldið. Orð og myndir: Dávur Winther.
Seinna uppgerðin í fyrstu undanrundu av Champions League millum B36 og The New Saints verður í kvøld spæld í Wales. The New Saints vann fyrru uppgerðina 2-1 á Tórsvølli, eftir at teir í evstu løtu fingu [...] fingu avgerandi málið. B36 hevur tí ikki besta útgangsstøðið til seinnu uppgerðina í kvøld. Munurin í fyrru uppgerðini var tó lítil, tí B36 hevði í fleiri førum góðar møguleikar at fáa mál. Hópurin hjá B36 [...] fór út við vøddaskaða í fyrru uppgerðini, kemur ikki á vøllin í kvøld, umframt at verjuleikarin, Hørður Askham er ivasamur. Dysturin millum B36 og The New Saints byrjar klokkan 19:00 í kvøld.
Seinnapartin í gjár fekk løgreglan boð um, at svartur roykur var at síggja í Vágum. Tá ið tey komu á staðið, sóu tey, at eldur var í einum fibertex dúki, tað eru dúkar, verður brúktur at leggja undir asfalt [...] forða fyri at ókrút veksur upp ígjøgnum. Og skaðin var ikki heilt lítil, tí dúkurin kostar einar 18.000-20.000 krónur, sigur løgreglan. Tey vita ikki, hvør hevur sett eld á dúkin. Annars fekk løgreglan eisini [...] ryggin, og ein annar maður var so óheppi at detta niður á ein knív, og hann skar seg rættiliga illa í armin og í báðum førum varð boð sent eftir sjúkrabili.
nú tá Franck Odje Able gevst í felagnum. Og eitt gott boð uppá tann avloysaran, kundi eitt nú verið fyrrverandi TB áleyparin, Poul Ingason, sum ikki fær nokk av spælitíð í HB. 23 ára gamli Franck Odje [...] sunnudagin í samrøðu við Rás 2, at felagið arbeiddi við at styrkja sær um hópin til seinnu hálvu. Hann segði ikki hvar á vøllinum, at teir ætlaðu at styrkja seg, men tað er nærliggjandi at hugsa at tað er frammi [...] TB boðar í kvøld frá, at samstarvið við 23 ára gamla fraklendingin, Franck Odje Able, er endað. Heimasíðan skrivar, at báðir partar eru samdir um at steðga samstarvinum. Páll Guðlaugsson segði sunnudagin
Tað er ikki bara á Tórsvølli, har ársins steypafinalur í fótbólti skulu spælast, at virksemi verður í vikuskiftinum. Eisini á Tórsbreyt verður nógv virksemi bæði leygar-og sunnudagin. Hetta skrivar Frælsur [...] Føroya á heimasíðu sínari. Talan er um FM í mongu greinunum, sum frælsur ítróttur hevur at bjóða. Sjálv klokkutíðin fyri, nær ymsu kappingarnar verða avgreiddar, er ikki avgreidd enn. Tó er greitt, hvørjar kappingar
hjá KÍ á heimavølli ímóti AB í kvøld. Eitt erguligt tap hjá KÍ í kapprenningini við HB um gylta fjórða plássið, sum gevur atgongd til Europa League komandi ár. Jonas er ikki bleikur fyri at rósa AB fyri [...] fyri eitt gott avrik. Sambært Jonasi var AB ikki til at kenna aftur frá dystinum fyrr í ár, tá KÍ vann 4-0 á AB. Jonas heldur, at AB-arnir vóru stríðsfúsir og løgdu eitt gott avrik fyri dagin. Jonas er kortini
fløskur tað mesta av degnum. Vit byrjaðu klokkan 13, og hava samlað nú í einar tríggjar til fýra tímar. Vit hava longu fingið 500 krónur í fløskum. Tað siga teir tríggir vinmenninir, Ragnar, Levi og Eddi, tá [...] tá man leitar eftir fløskum. - Kampingplássið og tjaldingarøkið eru bestu støðini, men man sleppir ikki inn á tjaldingarøkið. Flestu fólkini eru vinarlig, og geva okkum tær tómu fløskurnar, ið tey hava [...] gamlir, so gleða teir seg at hoyra Roxette. - Vit gleða okkum til Roxette. Gott nokk kenna vit tey ikki ordiliga, men vit hava hoyrt okkurt hjá teimum.
familjuni, og fingið ein steðg í kappingini í desember, úttalar David Silva. David Silva heldur eisini, at enska landsliðið hevði kunnað ment seg, um kappingarárið í Premier League ikki hevði verið so drúgt. [...] er ein av teimum heilt fáu kappingunum í Evropa, sum ikki hevur ein styttri ella longri vetrarsteðg. Koyrt verður á uttan steðg frá hálvum august til langt út í mai mánað. Ein, sum hevði ynskt, at hetta [...] hevði hjálpt uppá likamligu støðuna hjá spælarunum í Premier League, sum verða væl slitnir við einari drúgvari leikskrá, serliga á vetrartungum vallum í desember og januar mánað. - Tað hevði verið gott at
tollmálið, har formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, hevur stevnt Dia Midjord, stjóra í Kringvarpinum, Liljuna Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, tíðindamann í Kringvarpinum, og Sveini [...] blaðstjóra í Dimmalætting, fer ikki at hava eina beinleiðis ávirkan á løgtingsvalið. Tað gjørdist greitt, tá løgmaður í gjár útskrivaði nýval til at verða 1. september. Málið hevur verið fyri í Føroya rætti [...] um núverandi landsstýrismann í tollmálum. Tíðindafólkini valdu tó at kæra dómin til Eystara landsrætt, har tað kemur fyri 29. og 30. september. Sostatt fellur dómur ikki í málinum fyrr enn góðar fýra vikur
aftur at skapa nakað av spenningi í dystinum, og so kundu tær á heimaliðnum fegnast um ein sera týðandi sigur. Í Havn spældi Kyndil móti Søljuni, og her hevði Kyndil ikki stórvegis trupulleikar við at vinna [...] vinna sær stigini. Sigurin ber samstundis við sær, at Kyndil styrkti um sína støðu í oddinum, nú VB ikki fekk stig í Vestmanna. VÍF-VB 28-21 (16-10) Kyndil-Søljan 37-13 (22-9) [...] VÍF hevði knívin á barkanum, tá tær í dag tóku móti VB. Hetta sást eisini á spælarunum, sum algoystar fóru inn á vøllin. Fyrstu fimm minuttirnar skoraði VÍF fimm ferðir, meðan gestirnir einki mál fingu