TB boðar í kvøld frá, at samstarvið við 23 ára gamla fraklendingin, Franck Odje Able, er endað. Heimasíðan skrivar, at báðir partar eru samdir um at steðga samstarvinum.
Páll Guðlaugsson segði sunnudagin í samrøðu við Rás 2, at felagið arbeiddi við at styrkja sær um hópin til seinnu hálvu. Hann segði ikki hvar á vøllinum, at teir ætlaðu at styrkja seg, men tað er nærliggjandi at hugsa at tað er frammi á vøllinum, nú tá Franck Odje Able gevst í felagnum.
Og eitt gott boð uppá tann avloysaran, kundi eitt nú verið fyrrverandi TB áleyparin, Poul Ingason, sum ikki fær nokk av spælitíð í HB.
23 ára gamli Franck Odje Able spældi 13 dystir fyri TB, og skoraði 3 mál.