Premier League er ein av teimum heilt fáu kappingunum í Evropa, sum ikki hevur ein styttri ella longri vetrarsteðg. Koyrt verður á uttan steðg frá hálvum august til langt út í mai mánað.
Ein, sum hevði ynskt, at hetta var broytt er spanski landsliðsspælarin hjá Manchester City, David Silva. David Silva heldur, at tað hevði hjálpt uppá likamligu støðuna hjá spælarunum í Premier League, sum verða væl slitnir við einari drúgvari leikskrá, serliga á vetrartungum vallum í desember og januar mánað.
- Tað hevði verið gott at kunnað hildið jól saman við familjuni, og fingið ein steðg í kappingini í desember, úttalar David Silva. David Silva heldur eisini, at enska landsliðið hevði kunnað ment seg, um kappingarárið í Premier League ikki hevði verið so drúgt.