Seinna uppgerðin í fyrstu undanrundu av Champions League millum B36 og The New Saints verður í kvøld spæld í Wales.
The New Saints vann fyrru uppgerðina 2-1 á Tórsvølli, eftir at teir í evstu løtu fingu avgerandi málið.
B36 hevur tí ikki besta útgangsstøðið til seinnu uppgerðina í kvøld. Munurin í fyrru uppgerðini var tó lítil, tí B36 hevði í fleiri førum góðar møguleikar at fáa mál.
Hópurin hjá B36 sum er farin til Wales, er eitt sindur skerdur.
Jákup á Borg, sum fór út við vøddaskaða í fyrru uppgerðini, kemur ikki á vøllin í kvøld, umframt at verjuleikarin, Hørður Askham er ivasamur.
Dysturin millum B36 og The New Saints byrjar klokkan 19:00 í kvøld.