Ongin dómur í tollmálinum áðrenn valið

Nógv umrødda tollmálið fer ikki hava ein beinleiðis ávirkan á valstríðið.

Nógv umrødda og umstrídda tollmálið, har formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, hevur stevnt Dia Midjord, stjóra í Kringvarpinum, Liljuna Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, tíðindamann í Kringvarpinum, og Sveini Tróndarsyni, blaðstjóra í Dimmalætting, fer ikki at hava eina beinleiðis ávirkan á løgtingsvalið.


Tað gjørdist greitt, tá løgmaður í gjár útskrivaði nýval til at verða 1. september.


Málið hevur verið fyri í Føroya rætti, har staðfest varð, at tíðindafólkini høvdu framleitt ærumeiðandi tilfar um núverandi landsstýrismann í tollmálum. 


Tíðindafólkini valdu tó at kæra dómin til Eystara landsrætt, har tað kemur fyri 29. og 30. september. 


Sostatt fellur dómur ikki í málinum fyrr enn góðar fýra vikur aftaná løgtingsvalið. Harvið er eisini greitt, at ein møguligur dómur í tollmálinum hvørki fer at tyngja Jørgen Niclasen ella fjølmiðlafólkini.