Tað er ikki bara á Tórsvølli, har ársins steypafinalur í fótbólti skulu spælast, at virksemi verður í vikuskiftinum. Eisini á Tórsbreyt verður nógv virksemi bæði leygar-og sunnudagin. Hetta skrivar Frælsur Ítróttur Føroya á heimasíðu sínari.
Talan er um FM í mongu greinunum, sum frælsur ítróttur hevur at bjóða. Sjálv klokkutíðin fyri, nær ymsu kappingarnar verða avgreiddar, er ikki avgreidd enn. Tó er greitt, hvørjar kappingar verða leygardagin og hvørjar verða sunnudagin.
Leygardagin eru føroyameistarakappingarnar hesar:
- 100 m
- 400 m
- 800 m
- 5.000 m
- 400 m rimarenning
- 4×100 boðrenning
- longdarlop
- sleggjuvarp
- klingrukast
Og sunnudagin eru kappingarnar hesar:
- 200 m
- 1.500 m
- 100 m/110 m rimarenning
- 3.000 m forðarenning
- 4×400 m boðrenning
- hæddarlop
- trístøkk
- kúluvarp
- spjótkast