- Vit hava samlað fløskur tað mesta av degnum. Vit byrjaðu klokkan 13, og hava samlað nú í einar tríggjar til fýra tímar. Vit hava longu fingið 500 krónur í fløskum.
Tað siga teir tríggir vinmenninir, Ragnar, Levi og Eddi, tá in.fo møtir teimum á brúnni nærhendis kampingplássið. Kampingplássið er eisini eitt tað besta miðið, tá man leitar eftir fløskum.
- Kampingplássið og tjaldingarøkið eru bestu støðini, men man sleppir ikki inn á tjaldingarøkið. Flestu fólkini eru vinarlig, og geva okkum tær tómu fløskurnar, ið tey hava.
Sjálvt um teir einans eru tólv ára gamlir, so gleða teir seg at hoyra Roxette.
- Vit gleða okkum til Roxette. Gott nokk kenna vit tey ikki ordiliga, men vit hava hoyrt okkurt hjá teimum.










