TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við liðskiparin hjá KÍ, Jonas Flindt Rasmussen, aftaná 1-3 tapið hjá KÍ á heimavølli ímóti AB í kvøld. Eitt erguligt tap hjá KÍ í kapprenningini við HB um gylta fjórða plássið, sum gevur atgongd til Europa League komandi ár.
Jonas er ikki bleikur fyri at rósa AB fyri eitt gott avrik. Sambært Jonasi var AB ikki til at kenna aftur frá dystinum fyrr í ár, tá KÍ vann 4-0 á AB. Jonas heldur, at AB-arnir vóru stríðsfúsir og løgdu eitt gott avrik fyri dagin. Jonas er kortini eisini kritiskur um egið avrik. Hann heldur, at tað hekk alt ov illa saman millum keturnar hjá KÍ.