Portalurin veit í løtuni ikki at siga, um nakað er komið upp á skipið, tí tað hevur ikki eydnast at fáa fatur í eigarunum, sum er reiðaríið Thor í Hósvík. Vit hava skilt, at Túgvusteinur í øllum góðum er [...] Tað tók ikki langa tíð at fáa Túgvustein av aftur, tá sett varð á at hála tíðliga seinnapartin í dag. Stutt fyri middag í dag sleit skipið á vánni út fyri Hósvíkar bygd, har Túgvusteinur og Nim hava ligið
vísa, at tey tiltiknu og eirindaleysu rúsevnaharkaliðini hava gjørt av við umleið 70.000 fólk tey seinastu seks árini. Ríkisadvokaturin, Jesus Marillo Karam, viðgongur í samrøðu við fjølmiðlarnar, at eingin [...] men at 70.000 er ein meting hjá teirri nýggju stjórnini hjá Enrique Pena Nieto, foprseta, sum tók við tann 1. desember. Stjórnin hjá undanmanninum, Felipe Calderon, metti í septermber í fjør, at 47.515 [...] 515 fólk høvdu latið lív stríðnum við rúsevnaharkaliðini. Privatir felagsskapir halda, at tað rætta talið er einastaðni millum 60.000 og 100.000. Sambært ríkisadvokatinum eru millum 60 og 80 skipað rús
gjárkvøldið eitt uppskot um, at USA skuldi staðfesta ST-sáttmálan um rættindini hjá fólki, ið bera brek. 61 senatorar atkvøddu fyri at staðfesta sáttmálan, og 38 vóru ímóti, men av tí at uppskotið skuldi hava [...] senatorarnir, sum atkvøddu ímóti, gjørdu tað, tí teir vildu ikki geva ST heimild til at halda eygað við, hvussu USA fór at halda sáttmálan. ST-sáttmálin um rættindi hjá fólki, ið bera brek, varð samtyktur
sjey fólk funnin deyð. Sagt verður, at bjargingararbeiðið er darvað, tí tað er vandi fyri, at meiri grót kann detta niður undan loftinum. Myndugleikarnir duga ikki at siga, hví loftið í tunlinum datt niður [...] datt niður, er um 100 metrar, skrivar blaðið Kyodo News. Løgreglan sigur, at eldur kom í fleiri bilar, og seinni frættist, at sløkkiuliðið hevði funnið fleiri fólk, sum lógu deyð í einum bili. Sambært
Japanski forsætisráðharrin, Yoshihiko Noda, segði í dag, at hann hevur útsett eina ferð til Moskva, tí at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur trupulleikar við heilsuni. -Ferðin er útsett, tí forsetin [...] Vladivostok í september, skrivaðu fjølmiðlarnir, at forsetin haltaði. Nakrar uttanladsferðir, sum Putin skuldi á í hesum mánaðinum, eru avlýstar, men nú ljóðar, at hann ætlar sær til Turkalands og Turkmenistan [...] tíðindastovu. Í Kreml avsanna tey tíðindini, men hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko, sigur, at Putin fekk skaða í ryggin í einum judodysti. Fjølmiðlarnir hava fleiri ferðir skrivað um heilsuna hjá
heimild at gera neyðugar kanningar av mynstringum. Tað vísir seg alt ov ofta, at skip fara úr havn við manning, sum ikki lýkur førleikakrøvini. Fiskiveiðieftirlitið fer tí í vetur undir eitt átak at kanna [...] kanna skip, tá ið mynstrað verður fyri at tryggja, at manningarnar lúka lógarinnar krøv til førleika, áðrenn loyst verður.
maðurin hevði skotið. Tey vóru deyð. Amerikanskir fjølmiðlar siga, at tað eydnaðist einum fólki at sleppa út og at boða løgregluni frá, at maðurin hevði tikið tríggjar gíslar. Hetta er annar skottilburðurin [...] gamli James Holmes inn í ein biograf í býnum, har hann drap 12 fólk og særdi 58, sum sótu og hugdu at einum Batman-filmi. Aurora er forstaður til høvuðsstaðin í Colorado, Denver.
Tíðindastovurnar skriva, at tyrlan rakti tveir bilar, tá hon datt niður á vegin. Sløkkiliðið sigur, at tað hevur bjargað einum manni úr einum brennandi bili. Sky News sigur, at tyrluskiparin og eitt annað [...] annað fólk hava latið lív, og at tvey fólk eru flutt á sjúkrahús. Sum skilst var bara eitt fólk í tyrluni, sum var av slagnum Augusta 109. Mjørki var helst orsøkin til, at tyrlan rendi á kranan, ið stóð
t navnið á kvinnuni. Teir hava bara sagt, at hon var 23 ára gomul og var í ferð við at útbúgva seg til lækna. Ein vinkona hennara sigur við fjølmiðlarnar, at hóast kvinnan og unnustin ikki vóru formliga [...] verið og hugt eftir klæðum til brúdleypið. Onnur vinfólk og skyldfólk hjá kvinnuni siga, at tey bæði ætlaðu at ganga saman í hjúnarlag í februar.
000 mistu hús og heim. Myndugleikarnir siga, at teir leita framvegis eftir fólki, sum ikki eru konmin afturíaftur, og at bjargingararbeiðið er nógv darvað, tí at ódnin oyðilegði bæði vegir og brýr. Benigno [...] Veðurmenninir siga nú, at tropiska ódnin Bopha, sum herjaði Filipsoyggjarnar í vikuni, hevur broytt kós og er á veg aftur ímóti landinum. Alt bendir á, at ódnin kemur inn yvir norðara enda á oynni Luzern