Indiska kvinnan, sum doyði av løstunum, sum hon fekk, tá hon bleiv bukað og hópneyðtikin tann 16. desember, skuldi giftast unnusta sínum í februar. Hann liggur enn á sjúkrahúsi eftir viðferðina, sum hann fekk frá teimum somu álopsmonnunum.
Enn hava indisku myndugleikarnir ikki almannakunngjørt navnið á kvinnuni. Teir hava bara sagt, at hon var 23 ára gomul og var í ferð við at útbúgva seg til lækna.
Ein vinkona hennara sigur við fjølmiðlarnar, at hóast kvinnan og unnustin ikki vóru formliga trúlovað, hevði hon verið og hugt eftir klæðum til brúdleypið. Onnur vinfólk og skyldfólk hjá kvinnuni siga, at tey bæði ætlaðu at ganga saman í hjúnarlag í februar.