Landsverk og Sjóvar kommuna hava skrivað undir treytað skeyti um at landið keypir 8.000 m2 við forkeypsrætti til aðrar 3.000 m2 í útstykking hjá Sjóvar kommunu á matr. nr. 393u innan Glyvur. Skeytið er treytað av, at Umhvørvisstovan gevur loyvi til at økið verður frábýtt, hetta skrivar Almanna- og mentamálaráðið.
Varðveitingarmiðstøðin skal fyrst og fremst hýsa goymslum hjá Tjóðsavninum, men rúm verður eisini fyri at víðka virksemið til at kunna hýsa øðrum goymslum, eitt nú listagoymsluni hjá Listasavni Føroya.
- Eg eri takksamur fyri, at Sjóvar kommuna hevur víst beinasemi og selt landinum grundøki, so gongd kann verða sett á arbeiðið at byggja Tjóðsavninum nýggja goymslu. Staðsetingin innan Glyvur er góð, tí økið er slætt og liggur ferðsluliga væl fyri, sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum.
Tað var í 2024, at blámusoppur varð staðfestur í goymsluni hjá Tjóðsavninum í Brekkutúni í Hoyvík, og tá varð mett, at tað var skynsamari at byggja nýggjan goymslubygning til endamálið, heldur enn at umvæla goymsluna í Brekkutúni.
Í nýggju varðveitingarmiðstøðini hjá Tjóðsavninum innan Glyvur verða grundgoymslur, fornfrøðiligar goymslur, náttúrufrøðiligar goymslur, umframt ymsar smærri sergoymslur, eitt nú til myndir og klæðir. Goymslurnar verða býttar upp í sonur við ymiskum luftvætustigi. Harumframt verða móttøkurúm, sóttarhaldsrúm, verkstovurúm, kølirúm, frystirúm, hitarúm og vátrúm, so talan verður um eina framkomna varðvetingarmiðstøð fyri náttúru- og mentanarsøguligar goymslur hjá landinum.










