Trý fólk doyðu, og fýra vórðu særd, tá ein maður fór at skjóta inni í einari hárfríðkanarstovu í einari handilsmiðstøð í býnum Brookfield í amerikanska statinum Wisconsin seinnapartin.
CNN sigur frá eygnavitnum, at maðurin kom rennandi inn við byrsuni í hondini og byrjaði at skjóta. Maðurin hevði eisini ein lut, sum líktist einari heimagjørdari bumbu, og tað gjørdi, at løgreglan aftraði seg við at fara inn í handilsmiðstøðina, sigur CNN
Í kvøld ljóðaði, at løgreglan leitaði eftir byrsumanninum, men amerikanskir fjølmiðlar skriva nú, at byrsumaðurin, ein 45 ára gamal maður, varð funnin deyður inni í handilsmiðstøðini.