Fleiri fólk doyðu, tá ein partur av loftinum í einum motorvegtunli í Japan datt niður í morgun. Tunnilin er einar fýra kilometrar langur, men teinurin, har loftið datt niður, er um 100 metrar, skrivar blaðið Kyodo News.
Løgreglan sigur, at eldur kom í fleiri bilar, og seinni frættist, at sløkkiuliðið hevði funnið fleiri fólk, sum lógu deyð í einum bili. Sambært fronsku tíðindastovuni AFP eru minst sjey fólk funnin deyð.
Sagt verður, at bjargingararbeiðið er darvað, tí tað er vandi fyri, at meiri grót kann detta niður undan loftinum.
Myndugleikarnir duga ikki at siga, hví loftið í tunlinum datt niður. Tunnilin er einar 80 kilometrar vestan fyri Tokyo.