Tað tók ikki langa tíð at fáa Túgvustein av aftur, tá sett varð á at hála tíðliga seinnapartin í dag.
Stutt fyri middag í dag sleit skipið á vánni út fyri Hósvíkar bygd, har Túgvusteinur og Nim hava ligið fyri teymi seinastu tíðina.
Skipið rak móti landi og lá helst fast í sandrivi út fyri bygdini.
Portalurin veit í løtuni ikki at siga, um nakað er komið upp á skipið, tí tað hevur ikki eydnast at fáa fatur í eigarunum, sum er reiðaríið Thor í Hósvík.
Vit hava skilt, at Túgvusteinur í øllum góðum er sleipaður norður til Oyrar, har Thor eigur og rekur virksemi við skeljum.









