Bopha vendi aftur

Veðurmenninir siga nú, at tropiska ódnin Bopha, sum herjaði Filipsoyggjarnar í vikuni, hevur broytt kós og er á veg aftur ímóti landinum. Alt bendir á, at ódnin kemur inn yvir norðara enda á oynni Luzern í nátt við nógvum vindi og gloprarregni.

Vindurin er tó ikki so nógvur, sum tá ódnin herjaði oynna Mindanao týsdagin, har næstan 500 fólk lótu lív, og umleið 250.000 mistu hús og heim.

Myndugleikarnir siga, at teir leita framvegis eftir fólki, sum ikki eru konmin afturíaftur, og at bjargingararbeiðið er nógv darvað, tí at ódnin oyðilegði bæði vegir og brýr.

Benigno Aquino, forseti, hevur sett landið í vanlukkustøðu.