Japanski forsætisráðharrin, Yoshihiko Noda, segði í dag, at hann hevur útsett eina ferð til Moskva, tí at russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur trupulleikar við heilsuni.
-Ferðin er útsett, tí forsetin hevur heilsutrupulleikar, sigur Noda við eina japanska tíðindastovu.
Í Kreml avsanna tey tíðindini, men hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko, sigur, at Putin fekk skaða í ryggin í einum judodysti.
Fjølmiðlarnir hava fleiri ferðir skrivað um heilsuna hjá tí 60 ára gamla russiska forsetanum. Tá hann var eysturi í Vladivostok í september, skrivaðu fjølmiðlarnir, at forsetin haltaði. Nakrar uttanladsferðir, sum Putin skuldi á í hesum mánaðinum, eru avlýstar, men nú ljóðar, at hann ætlar sær til Turkalands og Turkmenistan í næstu viku.