Amerikanska Senatið feldi í gjárkvøldið eitt uppskot um, at USA skuldi staðfesta ST-sáttmálan um rættindini hjá fólki, ið bera brek.
61 senatorar atkvøddu fyri at staðfesta sáttmálan, og 38 vóru ímóti, men av tí at uppskotið skuldi hava minst tveir triðingar av atkvøðunum, fall tað. Bara átta av teimum republikonsku senatorunum atkvøddu fyri.
Teir senatorarnir, sum atkvøddu ímóti, gjørdu tað, tí teir vildu ikki geva ST heimild til at halda eygað við, hvussu USA fór at halda sáttmálan.
ST-sáttmálin um rættindi hjá fólki, ið bera brek, varð samtyktur í 2006. 155 lond hava skrivað undir hann, og 126 lond hava staðfest hann.