Tvey fólk doyðu, tá ein tyrla rakti ein byggikrana og datt niður í London í morgun. Vanlukkan hendi nærhendis Wandsworth Bridge í Vauxhall, sum er har suðuri í býnum.
Tíðindastovurnar skriva, at tyrlan rakti tveir bilar, tá hon datt niður á vegin. Sløkkiliðið sigur, at tað hevur bjargað einum manni úr einum brennandi bili. Sky News sigur, at tyrluskiparin og eitt annað fólk hava latið lív, og at tvey fólk eru flutt á sjúkrahús.
Sum skilst var bara eitt fólk í tyrluni, sum var av slagnum Augusta 109. Mjørki var helst orsøkin til, at tyrlan rendi á kranan, ið stóð uppi á takinum á einum háhúsum.