Føroyska U21-landsliðið vann greitt 35-28 á Rumenia í Katowice í Póllandi í tí triðja dystinum í innleiðandi HM-bólki F.
Føroyar vóru á odda 18-15 í steðginum, og í seinna hálvleiki eydnaðist tað at draga frá Rumenia. Eitt skiftið vóru okkara frammanfyri 30-21.
Tað sera jaliga í dag var, at aðrir enn Ísak Vedelsbøl og Óli Mittún eisini gjørdu vart við seg. Niklas Gaard, ið skoraði átta mál upp á 10 málroyndir var valdur til dagsins leikara. Óli var tó toppskjútti við níggju málum. Ísak skoraði seks mál.
Í fyrra hálvleiki fekk Rókur Ziskason reyða kortið, men tað kom ikki at nerva føroyska liðið.
Føroyar skoraðu 35 mál upp á 51 málroyndir. Rumenia skoraði 28 mál upp á 48 málroyndir.
Føroyar eru ósigraðar, og vinna sostatt bólk F við fimm stigum. Rumenia er nummar tvey við fýra stigum. Ísland hevur eitt stig, og Norðurmakedonia hevur einki stig. Ísland og Norðurmakedonia spæla klokkan 13.
Føroyar hava tvey stig og Rumenia hevur einki stig við sær til ovara millumumfarið. Í millumumfarinum bíða tveir tungvektarar í altjóða hondbólti, Frakland og Danmark. Enda Føroyar millum tvey tey ovastu liðini í millumbólkinum, so skulu okkara spæla fjórðingsfinalu. Enda Føroyar á triðja plássinum skulu okkara spæla um endastøðurnar millum nummar níggju og 12.
Málskjúttar: Óli Mittún 9/14, Niklas Gaard 8/8, Ísak Vedelsbøl 6/7, Trúgvi Hávardsson 3/3, Høgni Højsted 3/6, Sofus í Selvindi Nattestad 2/3, Tóki Fríðriksson 1/1, Høgni Heinason 1/1, Rókur Ziskason 1/2, Rói Hjaltason Seyer 1/2.











