Hálvleikur er í dystinum í innleiðandi HM-bólki F millum U21-landsliðini hjá Føroyum og Rumenia í Katowice.
Føroyar eru á odda 18-15 í steðginum. Rumenia var á odda 15-14, men tað eydnaðist okkara at gera ein góðan endaspurt seinastu løtuna.
Føroyar hava skorað upp á 18 av 24 málroyndum. Rumenia hevur skorað upp á 15 av 25 málroyndum.
Rókur Ziskason hevur tíverri fingið reyða kortið í fyrra hálvleiki.
Málskjúttar: Óli Mittún 6, Ísak Vedelsbøl 4, Niklas Gaard 3, Trúgvi Hávardsson 2, Høgni Heinason 1, Rókur Ziskason 1, Rói Hjaltason Seyer 1.