fyri, at vit framhaldandi kunnu hava ein vøkstur í samfelagnum. Ein avbyrging førir til undirgang, ein upplating er vegurin fram. Tey fýra frælsini Samgongan hevur sett sær sum mál at yvirtaka fíggjarøkið [...] Fíggjareftirlit eftir føroyskum leisti Tá ið tað kemur til tann praktiska partin, so kann hesin loysast á ymiskan hátt. Málið er, uttan mun til, hvør loysn verður vald, at fíggjareftirlitið skal hava [...] altjóða virkisføri og er ein íløga í eina altjóðagjørda framtíð. Yvirtøkan vil geva okkum atgongd til tað eina av teimum fýra nógv umrøddu frælsunum, nevniliga frían flutning av kapitali. Tað er ein skilagóð
EB/Streymi at vinna øll stigini á Argjum. Harvið er munurin frá EB/Streymi og aftur til HB á fjórða plássi øktur til sjey stig. Tað kann tykjast av nógvum, men sammett við gloppið, sum í fjør heyst var [...] vónina um, at tað skal bera til at venda gongdini. Úrslitini í 10. umfari boða ikki frá, at botnliðini hava slept endanum – so langt í frá. Hjá AB eru tað seks stig fram til bjargingarplássið, sum KÍ nú [...] allar tríggjar sigrarnar hjá toppliðunum var tað, at avrikini ikki vóru so sannførandi, at tað væl ber til at siga, at tað framvegis er soleiðis, at øll hava møguleika at vinna stig ímóti øllum. Besta dømið
Tað einasta sum er greitt, er at ríkisveitingarnar skulu burtur, og tað skal vera tann vissi vegurin til sjálvberandi búskap og landskassaavlop. Skilji hvør ið skilja vil. Dupultan skatt ? Fíggjarlógin [...] Hvussu? Tað er einki galið í tí, at fólk hava eitt ynski um, at inntøkurnar sum vit sjálvi skapa til samfelagið, verða minst líka stórar sum útreiðslurnar. Hesum kann eingin hava nakað ímóti. Men hvussu [...] milliardir, so merkir hetta (alt annað líka), at tað sum manglar í, er næstan líka nógv sum vit øll tilsamans rinda í landsskatti. So kann hvør einstakur ímynda sær, hvat hetta merkir fyri skattatrýstið
Tórshavnar Býráð fyri góðum tveimum árum síðan seldi stóra øki, har Thorvald Poulsen helt til í eitt mannaminni, til Hanus Olsen, vóru tað fleiri grannar í økinum, sum ilskaðust um avgerðina hjá býráðnum [...] ónøgd við eina møguliga bygging á økinum. Tey eru á einum máli um, at økið er ov virðismikið at nýta til sethúsabygging. Mett verður, at økið heldur átti verið nýtt sum fríøki. Grannarnir óttast ov nógva [...] børnunum sum spælipláss, og verður at byggingin veruleiki er missa børnini nógv. Víst verður eisini á vegurin ikki er grótsettur, og tí er ætlaður tungari ferðslu. Fyrstu ferð mótmælisskriv varð sent býráðnum
at landi í Haldórsvík á leið til kirkjuvígslu í Tjørnuvík, stóð ungur maður úr hesi bygd fyri bátinum eftir medisini. Tróndur vildi fylgjast við honum til Tjørnuvíkar. Men óivað hevur hesum manni funnist [...] ára gamal. Hann varð jarðaður 15. apríl. Hetta var merkiliga long tíð frá deyða til jarðarferð, hvør orsøkin kann vera til tess. Hin steinurin er yvir dóttir teirra Ragna f. 1909. Hon doyði ung í 1940. [...] troyttist hann av at vegleiða teimum, sum á hann heittu. Sum stundirnar vóru til tað, kundi spyrjarin fáa frá fáum orðum til heilan fyrilestur. Og úrslitið er nú hareftir. Her skal bert nemast við eitt
gjørdu seg til talsmann fyri tí. Les eisini: Ungfólk skulu forbjóðast at ganga úti um náttina Einum so víðgongdum stigi tekur Mariann Reinert ikki undir við, tí hennara sannføring er, at vegurin fram er upplýsing [...] ungfólk burtur frá kriminaliteti. Endamálið er eisini at leggja ein atburð niður í ungdómin, sum ikki er til skaða fyri tey sjálvi. Í farnu viku hevði Løgtingið aðalorðaskifti um, hvussu okkara rúsdrekka- og [...] sigur Mariann Reinert. Og hon heldur, at skal alt orðaskifti nú snúgva seg um tey heilt fáu, sum elva til trupulleikar, er tað spell. Men hjá teimum, sum koma illa fyri, er trupulleikin stórur, og sjálvandi
hylinum, men meðan Beinir leyp á súkkluna nær um nakin, ja so brúkti Eli fýra minuttir til at gera seg kláran til súkklingina, og Eli tapti tí fyrimunin hann hevði vunnið sær í hylinum. Í súkklingini gekk [...] síðani skuldu triathletarnir skunda sær út á súkklurnar, og súkkla teinin, Ringvegur, Sundsvegur, Vegurin Langi, Hvítanesvegur og aftur út á Ringvegin. Teinurin er 5,5 km langur, og luttakararnir skuldu [...] ferðir. Ikki nógvir luttakarar Tólv luttakarar høvdu boðað frá luttøku, men av ymiskum orsøkum bar ikki til hjá øllum at møta. Serliga hjá Rigmor N. Joensen var hetta keðiligt, tí hesa ferð hevði hon ongan at
trælum Eitt annað ískoyti til Sús hevur Kim Simonsen skrivað: " Ongastaðni í samfelagnum síggja vit betur goymda valdið enn í skúlaverkinum. Frá fólkaskúla til miðnámsskúlar og til lærdar háskúlar kann ein [...] borgarum. Børnini verða í skúlanum uppdrigin til at gerast lønmóttakarar. Skúlin setir at enda spjaldur á og sigur, um tú ert "egnaður" ella "ikki egnaður" til meira skúla." Eitt annað brot, sum snýr seg [...] kravið til skúlan fyrr fyrst og fremst var at geva børnunum høvi at nema ávísan kunnleika og førleika á avmarkaðum økjum, serliga teimum bókligu, so er hetta ikki longur nóg mikið. Avbóðingin til framt
at í hansara tíð høvdu fólk kúgv, sum gav mjólk til húsbrúks. - Í Tjørnuvík er lítil innmørk, og her skuldi vera nokk til seyðin eisini, sum hann tekur til. ##med5## Tá kom longsul á Í nógv ár hevur hann [...] ikki, at grundstykki ikki skulu vera tøk, tá tíðin kemur, at fólk hiðani ella við ættarbondum til Tjørnuvíkar vilja seta búgv. Øll vita, hvussu trupult tað er at fíggja nýbygging í útjaðaranum, og hann heldur [...] kappast við tey, sum eiga nógvar pengar, men einki tilknýti hava til bygdina. - Eg haldi, at kommunan alla tíðina skuldi havt nøkur grundstykki til fólk, sum veruliga vilja búgva her, sigur Steinbjørn Magnussen
kunnu fullførast. - Vit hava skrivað til myndugleikarnar og hava fráboðað stóru skaðarnar, og vit hava eisini gjørt vart við, at kommununi tørvar fíggjarligan stuðul til hesi arbeiði. Brynhild Sørensen sigur [...] sjáldan áður, megnar ein so lítil kommuna sum Húsavíkar kommuna ikki einsamøll at bera fíggjarliga. - Vegurin fram við húsunum á Bakkanum er kvettur av, tí brúgvin er farin, og brúgvin á Deildarhorninum hevur [...] burtur. - Lendingin í Dali fekk stóran skaða í februar í 2017. Hetta var ein skaði, ið Landsverk metti til níggju miljónir krónur. Brynhild Sørensen ásannar, at Húsavíkar kommuna hevur ongan møguleika havt