Helgi Abrahamsen
Hvussu?
Tað er einki galið í tí, at fólk hava eitt ynski um, at inntøkurnar sum vit sjálvi skapa til samfelagið, verða minst líka stórar sum útreiðslurnar. Hesum kann eingin hava nakað ímóti. Men hvussu verður hetta gjørt?
Tvær síður
Løgtingsfíggjarlógin hevur eina inntøkusíðu og eina útreiðslusíðu. Skal landskassin klára sínar skyldur uttan blokkstuðul, so mugu inntøkurnar sum vit sjálvi skapa vera størri enn útreiðslurnar. Eg sigi ikki at tað skal vera so á hvørjum ári, men samlað yvir eitt áramál, má hetta vera myndin.
Og her hava vit bara tveir møguleikar. Annar er at finna fleiri inntøkur, og hin er at minka útreiðslurnar. Helst skulu vit klára bæði tvey.
Men sum eg skilji á fullveldisfólkunum, so hava tey onga ítøkiliga ætlan um, hvussu inntøkusíðan fæst at vaksa, og heldur einki uppskot um nevniverdar sparingar á útreiðslusíðuni. Tað einasta sum er greitt, er at ríkisveitingarnar skulu burtur, og tað skal vera tann vissi vegurin til sjálvberandi búskap og landskassaavlop. Skilji hvør ið skilja vil.
Dupultan skatt ?
Fíggjarlógin hevur í løtuni 200 mió. krónur í halli. Blokkstuðulin er góðar 600 mió. krónur, so har mangla einar 800 mió. krónur í. Síðani koma aðrar veitingar frá ríkinum so sum løgregla o. a. (einar 250 mió. krónur), so nú eru vit omanfyri eina milliard, sum manglar í. Tá vit so hugsa um, at samlaða upphæddin, sum allir føroyingar tilsamans rindaðu í landsskatti í fjør (við ongum arbeiðsloysi) var 1,3 milliardir, so merkir hetta (alt annað líka), at tað sum manglar í, er næstan líka nógv sum vit øll tilsamans rinda í landsskatti. So kann hvør einstakur ímynda sær, hvat hetta merkir fyri skattatrýstið um blokkstuðulin verður burtur.
Neyð lærir ongan
at spinna
Neyð lærir nakna kvinnu at spinna, sigur eitt gamalt orðatak. Hetta orðatakið verður mangan nýtt sum undanførsla fyri at stýra beint ímóti neyðini. Men veruleikin er, at sjálvskapt neyð lærir ongan at spinna. Vit mugu endiliga ikki billa okkum inn, at nýggjar inntøkur koma av sær sjálvum, ella at útreiðslur hvørva av sær sjálvum í somu løtu sum føroyingum manglar pengar.
Tvey dømi um tað øvugta
Seinastu 15 árini hava vit í minsta lagi tvær ferðir sæð dømi um tað øvugta.
Í 1992 rakti búskaparkreppan landið við millum øðrum arbeiðsloysi, og mong kláraðu ikki at rinda húsalán og annað. Vóru tað nógv, sum lærdu at spinna av tí ? Nei 7.000 føroyingar fluttu til Danmarkar fyri at lívbjarga sær, og størsti parturin av teimum er framvegis ikki komin heim aftur. Er tað uppskriftin uppá sjálvberandi búskap?
Í 2001 hevði landskassin eitt avlop sum var næstan 700 mió. krónur. Men frá 1. januar 2002 lækkaði blokkstuðulin 366 mió. krónur og longu sama ár var avlopið komið niður um 200 mió. krónur. Ein hálv milliard bleiv burtur eftir einum ári, so har var ikki nógv spunnið.
Kunnu ikki byggja
á neyð
Vit kunnu ikki byggja okkara tilveru á, at neyðin skal vera okkara lærumeistari, men skulu vit klára okkum uttan danskar pengar, so er neyðugt at finna nýggjar varandi inntøkur longu áðrenn vit eru í neyð. Hetta hendir ikki av sær sjálvum, tí tað sum tú ikki klárar at spinna, meðan tú eigur klæðir uppá kroppin, tað spinnur tú heldur ikki, tá tú ert nakið, og neyðin stendur í durunum.
Tí hava teir flokkar og politikarar, sum vilja av við blokkin, skyldu til at vísa á ítøkilig uppskot um, hvussu henda ætlan teirra verður fíggjað.