Fótbóltur
Mest óvæntaða úrslitið hesa ferð var, at tað enn eina ferð eydnaðist GÍ at vinna øll stigini ímóti HB. Hetta var aðru ferð í ár, at HB ikki fekk nakað burturúr, tá ið GÍ var mótstøðuliðið. GÍ heimasigurin var tann fyrsti í næstan eitt ár.
At FM favorittarnir úr HB ikki megna at fáa úrtøku, ber beinanvegin ivaspurningar við sær. Hóast teir vóru rættiliga skerdir, so eydnaðist tað teimum í oddaliðnum EB/Streymi at vinna øll stigini á Argjum. Harvið er munurin frá EB/Streymi og aftur til HB á fjórða plássi øktur til sjey stig. Tað kann tykjast av nógvum, men sammett við gloppið, sum í fjør heyst var ímillum somuk lið, so er hetta fyri einki at rokna.
Toppurin
Tey trý fremstu fingu fult. EB/Streymur og NSÍ á útivølli ímóti ávikavíst AB og Skála, og B36 á heimavølli ímóti VB/Sumba.
Felags fyri allar tríggjar sigrarnar hjá toppliðunum var tað, at avrikini ikki vóru so sannførandi, at tað væl ber til at siga, at tað framvegis er soleiðis, at øll hava møguleika at vinna stig ímóti øllum. Besta dømið um hetta var í Gundadali, har B36 syfti botnliðið VB/Sumba 2-0. Men tað var kortini soleiðis, at gestirnir úr Suðuroy høvdu møguleikar at skjóta fleiri mál.
NSÍ og EB/Streymur skulu 2. hvítusunnudag spæla á heimavølli ímóti ávikavíst B71 og GÍ. B36 skal leygardagin – hvítusunnuaftan - spæla í Klaksvík.
Botnurin
Stigatalvan boðar eftir 10. umfar frá, at nú kappingin er gott og væl ein triðing gomul, eru VB/Sumba og AB ikki frítt avbyrgd á plássunum, sum eftir kappingarlok bera niðurflyting við sær.
Hóast støðan sær hættislig út, so hava hvørki teir í AB ella teir í VB/Sumba enn mist vónina um, at tað skal bera til at venda gongdini. Úrslitini í 10. umfari boða ikki frá, at botnliðini hava slept endanum – so langt í frá.
Hjá AB eru tað seks stig fram til bjargingarplássið, sum KÍ nú verjir, og hjá VB/Sumba er vegurin at ganga átta stig. At AB higartil hevur fylgt væl við, sæst aftur á málmuninum. Hóast AB hevur tapt sjey ferðir, bara vunnið eina ferð og tvær ferðir verið partur av javnleiki, so er málmunurin ikki verri enn 10 mál í minus.
2. hvítusunnudag verður sonn botnuppgerð, tá ið VB/Sumba fer at vitja á Argjum. Tá ið AB í fyrsta umfari var á Vágseiði, vann heimaliðið 1-0.
Miðjan
Eftir tapið í Sarpugerði er HB fýra stig og í hvussu so er tvey umfør frá bronsuplássinum. Higartil hevur verið roknað við, at meistararnir fara at vera við í heiðursmerkjastríðnum. Men higartil hevur HB altso ikki sýnt neyðuga støðufestið.
GÍ leyp bukk upp um bæði B71 og Skála. Seks stig burturúr tveimum teimum seinastu umførunum bera við sær, at GÍ hevur lyft seg upp í fremra partin av kappingini. Um tað 2. hvítusunnudag fer at eydnast gøtumonnum at vinna í Streymnesi, fer at síggja heilt gott út hjá teimum.
Skálamenn, sum 2. hvítusunnudag skulu í Gundadal at vitja HB, siga seg framvegis fyrst og fremst hugsað um at sleppa heilt undan hóttanini úr botninum. Tá ið teir gera tað, eigur hetta eisini at vera tema bæði í Klaksvík og á Sandi. Um AB fær fult ímóti VB/Sumba, og um KÍ einki fær burturúr á heimavølli ímóti B36, og B71 einki fær burturúr í Runavík, so verður neyðugt at endurskoða, hvar markið millum botn og miðju fer at ganga.











