Mentamálaráðið hevur givið út ritið Sús, sum er stytting fyri orðingina "Skoðanir úr skúlanum".
Í næstum byrjar landsstýriskvinnan við undirvísingarmálum eina rundferð í Føroyum, har hon sigur seg vilja hitta skúlafólk og lata tey siga sær sína hugsan. Eins og hetta nýggja ritið sigur seg vera málgagn hjá røddum úr tí føroyska fólkaskúlanum, so ætlar Annlis Bjarkhamar sær nenviliga at fara út úr bygningunum hjá Mentamálaráðnum á Hoyvíksvegi í Havn og fara út at hitta tann partin av skúlanum, sum eita lærarar. Tó er ein næmingur í framhaldsdeildini sloppin upp í part í ritinum Sús. Saman við fýra lærarum, fýra lesandi, einum vinnuumboði, tveimum politikarum, sum ikki hava fortíð sum lærarar, umframt einum tólvta høvundi, ið er cand. phil., sleppur hesin næmingurin at siga sína hugsan um tann føroyska fólkaskúlan.
Sjálv sigur Annlis Bjarkhamar, landsstýriskvinna í fororðinum í tí nýggja ritinum: "Úr ymiskum sjónarhornum verður ljós varpað á framtíðar fólkaskúla okkara.
Tað er eyðsæð, at tær umfatandi broytingarnar, vit uppliva í okkara parti av heiminum, geva lærarunum og skúlanum nýggjar uppgávur og nýggjar treytir". Og landsstýriskvinnan heldur fram við at siga: "Ein og hvør menning og tær broytingar, hon førir við sær, mugu hava festi og spretta úr teimum, sum dagliga starvast í fólkaskúlanum. Tí tað er í dagliga stríðnum, at mørk verða flutt, nýggjar hugsanir føddar og ótroddar leiðir gingnar.
Ætlanin er tí, at allir lærarar næstu vikurnar fáa møguleika at koma til orðanna við teirra hugskotum og góðu ráðum, nú setast skal út í kortið, hvør kósin hjá fólkaskúlanum skal verða komandi árini".
Skúlin og management
Sum nevnt hevur Mentamálaráðið heitt á 12 fólk at skriva teirra hugsan um tann føroyska fólkaskúlanum, og av tí at bakgrundirnar og fortreytirnar eru ymiskar hjá høvundunum eru ymiskar, verður hetta stóra evnið skoðað av ymiskum sýnum í tí nýggja ritinum hjá Mentamálaráðnum. Eitt nú skrivar Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum: "Bara at nevna fremmandaorðið "management" í mun til fólkaskúlan, kann tykjast møtimikið. Fólkaskúlin er næstan sum eitt risa tangaskip, og tað tekur tíð at venda. Tað tekur langa tíð at seta nýggja lóggávu og ætlanir í verk. Men tørvur er á at gera hann meira førligan.
Ein trupulleiki er ivaleyst, at leiðsla søguliga altíð hevur verið eitt "fremmant" orð innan fólkaskúlan. Annaðhvørt ynskja lærararnir ikki leiðslu ella halda, at leiðsla er óneyðugt fyri virksemið í skúlanum. Tí hava leiðsluspurningar og management ikki verið í brennideplinum innan fólkaskúlan.
Og hetta darvar fólkaskúlan, eins og tað vildi darvað eitthvørt virki ? privat ella alment. Tí virkisleiðsla í dag er í stóran mun ein spurningur um at eggja og menna starvsfólk bæði fakliga og menniskjaliga".
Samfelagið brúk fyri trælum
Eitt annað ískoyti til Sús hevur Kim Simonsen skrivað: " Ongastaðni í samfelagnum síggja vit betur goymda valdið enn í skúlaverkinum. Frá fólkaskúla til miðnámsskúlar og til lærdar háskúlar kann ein síggja "disiplinering" av einstaklinginum. Mangan eru tað tey, sum skjótast boyggja seg, sum lærarum dámar best og geva viðmæli.
Á ein hátt er menniskjað óendaliga gávuríkt, meðan skúlarnir skerja veingirnar hjá hesum pisum, tí samfelagið hevur brúk fyri "trælum", lýdnum borgarum. Børnini verða í skúlanum uppdrigin til at gerast lønmóttakarar. Skúlin setir at enda spjaldur á og sigur, um tú ert "egnaður" ella "ikki egnaður" til meira skúla."
Eitt annað brot, sum snýr seg um framtíðarskúlan, hevur Elin Henriksen skrivað: "Samanumtikið má sigast, at meðan kravið til skúlan fyrr fyrst og fremst var at geva børnunum høvi at nema ávísan kunnleika og førleika á avmarkaðum økjum, serliga teimum bókligu, so er hetta ikki longur nóg mikið. Avbóðingin til framtíðarskúlan er, at hann má hava barnalívið sum heild fyri eygað. Skúlin má geva rúm fyri at menna allar síður hjá barninum. Líka nógvur sentur má leggjast á ta sosialu, kensluligu, handaligu, listarligu og kropsligu menningina sum á vanligan skúlalærdóm sum mál støddfrøði, søgu, kristni og náttúrulærugreinirnar. Skúlin má eisini í alt størri mun átaka sær at læra børnini at skyna á lívsvirðum og at finna sína støðu til etiskar og moralskar spurningar. Somuleiðis er tað eisini ein uppgáva hjá skúlanum at læra næmingarnar at vera vandnarí kunningar- og undirhaldsfloyminum, sum fjølmiðlarnir næstan drukna okkum í".
Sum nevnt er eitt av hesum tólv fólkunum, sum hava skrivað í Sús, sjálvt næmingur í dag, og er tað Mariann Mortensen. Hon skrivar: "Til seinast vil eg siga, at skúlin ger alt ov lítið burturúr at fáa fólk uttanífrá at vitja í skúlan. Skúlin hevur eina heilsusjúkrasystur, ið tekur sær av tí heilsuliga hjá næmingunum, hon kundi t.d. eisini skipað fyri, at vit fingu vitjan av einum kostráðgeva, ella onkrum frá fyribyrgingarráðnum. Hetta hava næmingarnir nógv brúk fyri at vita, og eg haldi eisini, at teir høvdu lurtað nógv betur eftir einum uttanífrá, enn eftir foreldrum og lærarum".
---------------------
Fakta: 27. januar byrjar Annlis Bjarkhamar sína ferð kring landið, har hon ætlar sær at lurta eftir skúlafólki. Hon hevur sjálv skrivað fororðið í nýggja ritinum "Sús". Hinir høvundarnir, sum greiða frá "skoðanum úr skúlanum", eru Mariann Mortensen, Rógvi Thomsen, Karin Hammer, Elin Henriksen, Jan Mortensen, Marni Tyril, Pálin Olsen, Kári P. Højgaard, Jón Hammer, Jóhannes Miðskarð, Kim Simonsen og Heðin Mortensen
Rundferðin hjá Annlis Bjarkhamar:
Suðuroy
Skúlin í Trongisvági mánadagin 27. januar 2003 kl. 13.00
Luttakarar: Sandvíkar Skúli, Hvalbiar Skúli, Tvøroyrar Skúli, Fámjins Skúli, Porkeris Skúli, Hovs Skúli, Vágs Skúli, Skúlin á Leiti og Sumbiar Skúli
Sandoy
Sandoyar Meginskúli hósdagin 30 januar 2003 kl. 9.00
Luttakarar: Skopunar Skúli, Sands Skúli, Sandoyar Meginskúli, Skálavíkar Skúli, Húsavíkar/Dals Skúli og Skúvoyar Skúli
Norðoyggjar
Skúlin við Ósánna fríggjadagin 31. januar 2003 kl. 13.00
Luttakarar: Skúlin við Ósánna, Skúlin á Ziskarøð, Haraldsunds Skúli, Kunoyar Skúli, Mikladals/Trøllanes Skúli, Húsa/Syðradals Skúli, Skúlin á Fossánesi, Viðareiðis Skúli, Svínoyar Skúli og Fugloyar Skúli
Eysturoy
Felagsskúlin á Oyrarbakka mánadagin 3. februar 2003 kl. 9.00
Luttakarar: Hósvíkar Skúli, Hvalvíkar Skúli, Haldórsvíkar Skúli, Tjørnuvíkar Skúli, Norðskála/Oyrar Skúli, Felagsskúlin á Oyrarbakka, Eiðis Skúli, Gjáar Skúli, Funnings Skúli og Funningsfjarðar Skúli
Tórshavn
Samkomuhøllin í Venjingarskúlanum mánadagin 3. februar 2003 kl. 13.00
Luttakarar: Argja Skúli, Venjingarskúlin, Tórshavnar Kommunuskúli, Sankta Frans Skúli, Eysturskúlin, Hoyvíkar Skúli, Kaldbaks Skúli, Kollafjarðar Skúli, Velbastaðar Skúli, Hests Skúli, Nólsoyar Skúli, Adventistaskúlin og Skúlin á Sernámsdplinum
Eysturoy
Fimleikarhøllin á Gkyvrum hósdagin 6. februar 2003 kl. 13.00
Luttakarar: Oyndarfjarðar Skúli, Skála Skúli, Stranda Skúli, Tofta Skúli, Runavíkar Kommunuskúli, Gøtu Skúli, Leirvíkar Skúli og Fuglfjarðar Skúli
Vestmanna
Vestmanna Skúli fríggjadagin 7. februar 2003 kl. 9.00
Luttakarar: Vestmanna Skúli, Kvívíkar Skúli og Leyna/Vála Skúli
Vágar
Skúlin á Giljanesi mikudagin 12. februar 2003 kl. 9.00
Luttakarar: Miðvágs/Sandavágs Skúli og Sørvágs Skúli