Vit skulu vera stolt av teimum ungu í Føroyum

– Vit skulu ansa eftir ikki at vit ikki kóka suppu upp á ein trupulleika, sum ikki er, sigur Mariann Reinert, politistur, sum hevur børn og ung sum sítt serøki hjá løgregluni í Føroyum

Vit skulu vera stolt av teimum ungu í Føroyum

 

– Vit skulu ansa eftir ikki at kóka suppu upp á ein trupulleika, sum ikki er, sigur Mariann Reinert, politistur, sum hevur børn og ung sum sítt serøki hjá løgregluni í Føroyum

  

 

– Vit skulu ansa eftir, at vit ikki gera trupulleikan størri enn hann er.

 

Tað heldur Mariann Reinert, sum er SSP politistur í Føroyuim. SSP er eitt samstarv ímillum skúla, sosialar myndugleikar og politi, við tí endamáli at halda ungfólk burtur frá kriminaliteti. Endamálið er eisini at leggja ein atburð niður í ungdómin, sum ikki er til skaða fyri tey sjálvi.

 

Í farnu viku hevði Løgtingið aðalorðaskifti um, hvussu okkara rúsdrekka- og rúsevnapolitikkur skal vera framyvir.

 

Í hesum sambandi vóru tað nógvir løgtingslimir, sum drógu Ísland fram sum eina fyrimynd, tí har hevur tað eydnast at minka heilt munandi um rúsdrekkanýtsluna hjá ungdóminum. Eitt av hesum átøkum er at banna blaðungum at ganga úti um næturnar og tað vóru eisini løgtingslimir, sum gjørdu seg til talsmann fyri tí.

 

 

Les eisini: Ungfólk skulu forbjóðast at ganga úti um náttina

 

 

Einum so víðgongdum stigi tekur Mariann Reinert ikki undir við, tí hennara sannføring er, at vegurin fram er upplýsing og fyribyrging.

 

Hon heldur, at kikarin skal vendast ímóti foreldrunum, tí endamálið skal vera at styrkja sambandi ímillum foreldur og børn, at fáa foreldur at gera avtalur við børnini um, hvat er loyvt og ikki, og eisini at fáa foreldrini at hava felags reglur fyri tey ungu.

 

Hon ásannar kortini, at tá ið blaðung fólk kortini ganga úti um næturnar, er tað tí at foreldrini onkusvegna ikki klára at hava neyðugu ávbyrgd av børnunum. Men vit skulu vera varin at lasta tey børnini fyri nakað, tí mangan liggur okkurt aftanfyri atburðin hjá hesum børnum og ungum.

 

Men hon leggur eisini afturat, at tað eru ómetaliga fá blaðung, sum ganga úti um næturnar. Tey allarflestu av teimum ungu skikka sær fyrimyndarligar væl, sigur Mariann Reinert. Og hon heldur, at skal alt orðaskifti nú snúgva seg um tey heilt fáu, sum elva til trupulleikar, er tað spell.

 

Men hjá teimum, sum koma illa fyri, er trupulleikin stórur, og sjálvandi skulu tey, hjálpast. Men tann hjálpin er ikki treytað av einum útigongubanni, sigur hon.

 

Hon sigur, at vit hava vælvirkandi barnaverdir, sum øll kunnu venda sær til at boða frá, tá ið tey varnast, at børn og ung hava trupulleikar.

 

– Vit hava øll skyldu at boða frá, tá ið vit varnast, at børn og ung ikki hava tað gott, ella vera forsømd. Og eru tað børn og ung, sum ganga úti um næturnar, er tað tí, at vit onnur ikki halda okkara fráboðanarskyldu, og tað eiga vit at gera, sigur Mariann Reinert.

 

Eru vit stúrin um eitt barn, eiga vit at boða frá alt fyri eitt, tí tað, sum ger munin, er fyribyrging og aftur fyribyrging.

 

– Eg fái ikki sagt tað týðiligari, sigur SSP politisturin. Og verður boðað frá í góðari tíð, sleppa vit mangan undan, at trupulleikin við einum barni, veksur upp um høvdið á okkum, leggur hon afturat.

 

Mariann Reinert ásannar samstundis, at tað er ongin ivi um, at íslendingar hava gjørt okkurt rætt. Men tað hava vit í Føroyum sanniliga eisini gjørt, og vit eiga at vera stolt av okkara ungu, sigur hon.