Tríggir føroyameistarar funnir

Føroya Triathlon Felag skipaði ídag, sunnudagin, fyri FM í Triathlon. Kappast varð á tveimum teinum, og meðan Beinir Rasmussen gjørdist vinnari á Sprint teininum, so vann Rigmor N. Joensen hjá kvinnum og Gunnar Dahl-Olsen á tí longra teininum, Triathlon teininum.

 

Triathlon er samansett av trimum ítróttargreinum: Svimjing, súkkling og renning.

Tey, ið gjøgnumførdu Sprint teinin skulu fyrst svimja 750 metrar, súkkla 22 km og at enda renna 5,5 km.

Tey, ið gjøgnumførdu 1/4 Triathlon skulu fyrst svimja 950 metrar, súkkla 44 km og at enda renna 11 km.

Hóast at tað var turt undir allari kappingini, so spældi veðrið luttakarunum eitt lítið puss, við tað at nógvur vindur var.

Svomið bleiv í Svimjihøllini í Gundadali, og síðani skuldu triathletarnir skunda sær út á súkklurnar, og súkkla teinin, Ringvegur, Sundsvegur, Vegurin Langi, Hvítanesvegur og aftur út á Ringvegin. Teinurin er 5,5 km langur, og luttakararnir skuldu tí súkkla teinin ávikavist fýra og átta ferðir.

Runnið varð á økinum kring Plantusøluna og teinurin skuldi rennast ávikavist seks og 11 ferðir.


Ikki nógvir luttakarar

Tólv luttakarar høvdu boðað frá luttøku, men av ymiskum orsøkum bar ikki til hjá øllum at møta.

Serliga hjá Rigmor N. Joensen var hetta keðiligt, tí hesa ferð hevði hon ongan at kappast við. Men væl gekk kortini, hon gjøgnumførdi teinin uppá 2 tímar 42 minuttir og 23 sekundir, og gjørdist føroyameistari annað árið á rað.

Beinir Rasmussen hevði unga súkklutalenti, Eli Christiansen, at kappast við. Eli hevur svomið nógv kapp áðrenn hann byrjaði at súkkla, og tí var hann nógv fyrr enn Beinir úr hylinum, men meðan Beinir leyp á súkkluna nær um nakin, ja so brúkti Eli fýra minuttir til at gera seg kláran til súkklingina, og Eli tapti tí fyrimunin hann hevði vunnið sær í hylinum. Í súkklingini gekk væl hjá Beini, og skjótt megnaði hann at koyra Eli inn aftur. Beinir økti og kundi løtu seinni fegnast um, at hann gjørdist FM-vinnari í Sprint Triathlon

Í 1/4 Triathlon teininum endurtók søgan seg, og aftur í ár gjørdist Gunnar Dahl-Olsen føroyameistari. Hóast at Gunnar vann ein tryggan sigur, so megnaði hann ikki at betra um sítt egna met á hesum teini. Føroyska metið er 2 tímar 17 minuttir og 45 sekundir. Í ár gjørdist vinnaratíðin 2 tímar 25 minuttir og 40 sekund.

Nummar tvey gjørdist Tony Ditlevsen, sum var í harðari kapping við Evald Rasmussen. Evald hevur ment seg nógv seinastu árini, og tað var tí ikki fyrr enn at Evald hevði lagt hálvan renniteinin aftur um bak, at hann mátti lata fyrrverandi danmarksmeistaran í veteranbólkinum innan Ironman (3800 m svimjing, 180 km súkkling og 42 km renning), fara framum. Kappingin gjørdist sera spennandi millum Tony og Evald, men í renningini hevði Tony munin og megnaði tí at fara frá Evaldi og vinna við einum góðum minutti.

Føroya Triathlon Felag fer nú undir fyrireikingarnar til Oyggjaleikirnar á Isle of Man komandi summar. Nøkur av teimum, sum luttóku í hesari fara helst at umboða Føroyar, tá Triathlon sum ítróttargrein verður við fyri fyrstu ferð.

Teinurin á OyL er tann sokallaði OL-teinurin, ið er 1500 metrar svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning.

FTF vil at enda takk Politinum og FK fyri stuðulin!


Úrslit, FM 1/4 Triathlon 2000:

Kvinnur:

1. Rigmor N. Joensen 2 t. 42 min. 23 sek.


Menn:

1. Gunnar Dahl-Olsen 2 t. 25 min. 40 sek.

2. Tony Ditlevsen 2.36.17

3. Evald Rasmussen 2.37.32

4. Eyðun Poulsen 2.42.54


Úrslit, FM Sprint Triathlon 2000:


Menn:

1. Beinir Rasmussen 1 t. 24 min. 55 sek.

2. Eli Christiansen 1.29.34