Grannar ilskast um møguliga bygging

Eigarin av skeytinum, Hanus Olsen, fer í næstum at søkja um byggiloyvi um byggja eigaraíbúðir á økinum við R.C. Effersøesgøtu. Grannar hava sent Tórshavnar Býráð mótmælisskriv um møguliga bygging, men Býráði kann ikki taka nakra støðu so leingi einki bygiloyvi liggur á borðinum.

Tá Tórshavnar Býráð fyri góðum tveimum árum síðan seldi stóra øki, har Thorvald Poulsen helt til í eitt mannaminni, til Hanus Olsen, vóru tað fleiri grannar í økinum, sum ilskaðust um avgerðina hjá býráðnum. Hanus Olsen stendur fyri byggifyritøkuni SH Smíð
Tá ein byggifyritøka keypir eitt øki, áljóðandi góðar 2000 m2, er ikki løgið um illgruni er um, at eigarin hevur byggivirksemi í kvittanum. Hóast Hanus Olsen framvegis ikki hevur søkt um byggiloyvi, so hava grannarnar við Egholmstrøð víst sína ónøgd við eina møguliga bygging á økinum. Tey eru á einum máli um, at økið er ov virðismikið at nýta til sethúsabygging. Mett verður, at økið heldur átti verið nýtt sum fríøki.
Grannarnir óttast ov nógva ferðslu, um talan verður um ein ísethúsabygging Hetta fer at darva trivnaðin har við R.C Effersøesgøtu, og fara illa um vakra umhvørvið. Økið er vælumtókt hjá børnunum sum spælipláss, og verður at byggingin veruleiki er missa børnini nógv.
Víst verður eisini á vegurin ikki er grótsettur, og tí er ætlaður tungari ferðslu.
Fyrstu ferð mótmælisskriv varð sent býráðnum var í mars mánaði í fjør, og tá vóru boðini, at einki byggiloyvið var innsent, og tí var einki at taka støðu til. Fyri trimum vikum síðan var so aftur eitt skriv latið Tórshavnar Býráð. Grannarnar siga seg ynskja skjalainnilit viðvíkjandi eini bygging á matr. nt 720b, sum er økið, sum Thorvald Poulsen átti.

Vildi hava økið friðað
Upprunaliga seldi Thorvald Poulsen Tórshavnar Býráði øki við nøkrum treytum. Á skeytinum stendur, at Thorvald skuldi búgva í húsinum til hann andaðist, og at øki skuldi verða friøkið, so leingi hann livdi.
Tórshavnar Býráð lat í 1987 Thorvaldi 3 milliónir fyri økið. Inntøkurnar av søluni setti Thorvald í Grunn Thorvalds Poulsen av Steinum. Grunnurin skuldi stuðla upp undir útbúgving hjá føroyskum listafólki.
Fólk minnast Thorvald hava eina stóran og vakran urtagarð. Hann arbeiddi sum urtagarðsmaður í eitta mannaminni. Umframt stóru sethúsini, hevði Thorvald eisini trý stór drívhús og eitt gróthús Røddir hava verið frammi um, at gróthúsið hjá Thorvaldi Poulsen er eitt av heilt fáu sornhúsunum, sum eru eftir at finna í Suðurstreymi, og tí hevur húsið virði sum eitt fornminni.

Søkir byggiloyvi í næstum
Eigarin av skeytinum í løtuni, Hanus Olsen, sigur við Sosialin, at hann í næstum fer at søkja um byggiloyvi um at byggja eigaraíbúðir á økinum. Í løtuni liggur í kortunum, at talan verður í alt um 12 eigaraíbúðir.
10 teirra verða eftir ætlan 74 m2 hvør, meðan hinar báðar verða eitt vet minni. Hanus hevur áður bygt eigaraíbúðir inni á Gøtu, og seinni í ár verður farið undir bygging á Løgmannabreyt. Hanus Olsen sigur, at um alt gongur eftir ætlan, so verður farið undir byggingina við R.C. Effersøesgøtu eftir arbeiðið á Løgmannabreyt.
Hann hevur hoyrt sum leysatíðindi, at grannarnir í økinum hava sent býráðnum mótmælisskriv um eina møguliga bygging, og í tí viðfangi hevur Hanus bjóða Tórshavnar Býráði at keypa økið aftur.
? Eg keypti økið við tí fyri eyga at byggja íbúðir, og tað er framvegis ætlanin hjá mær. Eftir, at eg hoyrdi at grannarnir hava sent mótmælisskriv, havi eg bjóðað býráðnum at keypa øki aftur ella, at teir geva mær eitt eins gott og vælliggjandi øki at byggja íbúðir ístaðin, sigur Hanus Olsen fyri SH Smíð.