73 ára gamli, Steinbjørn Magnussen, er tjørnuvíkingur um ein háls. Bæði foreldrini vóru úr Tjørnuvík, og her hevur hann altíð búð.
Tjørnuvík er lítil og gomul bygd, og her búleikast eini 40-50 fólk, flestu tilkomin og eldri. Her er sera vakurt, og her er nógv søga.
Sandurin er stórur, og serstakt útsýni er yvir víkina við Risanum og Kellingini í baksýni.
Í hesum umhvørvi niðri á sandinum í Tjørnuvík eru óteljandi myndir tiknar.
##med2##
##med3##
Langt lív á sjónum
Steinbjørn Magnussen var fiskimaður í heili 38 ár. Sjólívið byrjaði á ungum árum á sild við gørnum á Norðhavinum.
Hann var eisini langfaratúrar á saltfiski, eitt nú við Seglhúsbátunum, har túrarnir kundu vara upp í fleiri mánaðir.
Tá flakavirkið læt upp í Haldórsvík, róði hann eisini út, men tey nógvu árini av sínari tíð á sjónum sigldi hann við ísfiskatrolarum.
Í meira enn eina fjórðingsøld sigldi hann sum dekkari og kokkur við Beta-bátum, har hann eitt nú var við Skrápi og Skarvi í fleiri ár.
Hetta var í einari tíð, tá Tjørnuvík hevði fleiri sjómenn.
##med4##
Fáir sjómenn í dag
Í dag eru fáir sjómenn eftir í bygdini.
- Tveir bróðursynir hjá mær sigla – annar hevur siglt við norskum línuskipi í fleiri ár, og ein yngri bróðursonurin siglir hjá Skansa Offshore.
Steinbjørn heldur, at hetta eru einastu tjørnuvíkingar, sum sigla í dag.
Men, hvat gera so tey fólk, sum búgva í Tjørnuvík og eru í arbeiðsførum aldri?
- Onkur arbeiðir hjá kommununi, og nøkur koyra av bygdini hvønn yrkamorgun, har tey flestu helst arbeiða í høvuðsstaðarøkinum.
Hann vísir á, at í flestu húsum í Tjørnuvík er nakað av jørð, men jørðin er einki livibreyð hjá nøkrum, sum hann tekur til.
Í bygdini er ein festibóndi við einbýttum haga, og hesin fær kanska eini 120 lomb um árið.
- Tað, sum jørðin gevur, kann bara vera nakað, sum kemur aftrat, tí fáur - um enn nakar - kann liva av seyðahaldi í Føroyum.
Steinbjørn vísir á, at í hansara tíð høvdu fólk kúgv, sum gav mjólk til húsbrúks.
- Í Tjørnuvík er lítil innmørk, og her skuldi vera nokk til seyðin eisini, sum hann tekur til.
##med5##
Tá kom longsul á
Í nógv ár hevur hann verið røktingarmaður í Sjeyndum, og hann hevur eisini nakað av seyði sjálvur.
Honum hevur altíð dámt væl at fingist við seyð.
- Tá eg byrjaði at røkta í Sjeyndum fyri nógvum árum síðan, vóru vit fýra røktingarmenn, men í fleiri ár hava vit bara verið tríggir.
Steinbjørn røktar framvegis í Sjeyndum, men hóast heilsan tíbetur hevur verið góð, ásannar hann, at brekkurnar nú eru tyngri, enn tær vóru, tá hann var í bestu árum.
- Í nógv ár sum sjómaður legði eg mína frítíð um heystarnar, tá fjøllini skuldu gangast.
Hann treivst væl umborð, og sjálvur sigur hann, at honum ongantíð longdist, tá hann var burtur.
- Men, tá heystið nærkaðist, fjøllini skuldu gangast, og skurðurin skuldi takast, kom rættiligur longsul á meg.
Honum hevur altíð dámt skurðtíðina sera væl, og hann heldur, at hetta er ein serliga hugnalig tíð av árinum.
Nógv fólk vitja bygdina
Steinbjørn Magnussen vísir á, at nógv fólk, bæði føroyingar og útlendingar, vitja í Tjørnuvík í betru tíðini av árinum.
- Vit síggja nógvar útlendingar í bygdini í háárstíðini, men vit síggja eisini nógvar føroyingar.
Hann vísir á, at tá nakrir góðir dagar eru báðu megin ólavsøku, er ikki so sjáldan, at bygdin er full av føroyingum.
- Liggur hann eystaneftir, og tað verður mjørki í høvuðsstaðarøkinum, sum tað ofta kann vera á eysturætt um summarið, streymar fólk norður higar at sóla sær.
Tað er ofta heilar familjur, sum vitja í Tjørnuvík. Sandurin er eitt stórt spælipláss, og her kunnu fólk saktans stytta sær stundir ein góðan dag.
- Men, her vitja eisini nógvir útlendingar, og tú kanst síggja fólk standa niðri á sandinum og taka myndir heilar dagar.
Hann vísir á, at tað hendir eisini, at stativir til myndatøku standa niðri á sandinum, og knappliga eru fólkini, sum eiga stativini, burtur.
- Tey eru kanska burtur eina løtu, og so koma tey aftur og halda fram við at taka myndir. Jú, her verða nógvar myndir tiknar millum ár og dag, bæði av útlendingum og føroyingum.
Lágættirnar eru góðar í Tjørnuvík, og útnyrðingur vestan er millum tær keðiligastu ættirnar.
- Tey gomlu søgdu, at útnyrðingur vestan var ein ógvuliga lúrin ætt, har tú kundi bera livandi ljós úti millum hørðu hvirlurnar.
Sjálvur sigur Steinbjørn seg eisini hava upplivað hetta – at tað kann vera púrast stilli millum hvirlurnar slíkar dagar.
Børn undir skúlaaldur
Í Tjørnuvík eru eingi børn í skúlaaldri í dag, men her eru fýra smábørn – tvey og tvey systkin – í barnagarðsaldri.
- Eg eri abbi til tey øll fýra, sigur Steinbjørn brosandi.
Hann vísir á, at eldri drongurin hjá honum og konuni, Jónhildu, eigur hús og býr í Tjørnuvík, og hin yngri býr inni hjá teimum gomlu.
Hesir báðir eiga fýra børn undir skúlaaldur.
- Vit eiga tveir synir og tvær døtur. Hin eldra dóttirin býr við Norðskála, og hin yngra býr í Streymnesi, og tær báðar eiga eisini børn, sigur Steinbjørn.
Hann heldur tað vera ógvuliga trupult at spáa um framtíðina hjá bygdini.
- Bygdin er minkað nakað í fólkatali seinnu árini, men tú vónar altíð, at vend fer at koma í. Eg haldi, at Sunda kommuna spældi fullkomiliga fallit, tá tey á sinni ognartóku jørð og útstykkjaðu nøkur grundstykki.
Steinbjørn vísir á, at tey hava einki ímóti fremmandafólki í Tjørnuvík, men hann heldur ikki, at tað var rætt av kommununi at selja hesi grundstykki til fólk, sum ikki ætlaðu sær av búgva her.
- Her komu nøkur hús, sum fyri tað mesta vera leigað út og tey, sum eiga húsini, eru her bara av og á, sigur hann.
Hann sigur, at bygdin er so fáment, og tí er sjálvsagt langt ímillum, at nakar lokalur setir føtur undir egið borð.
- Tað merkir tó ikki, at grundstykki ikki skulu vera tøk, tá tíðin kemur, at fólk hiðani ella við ættarbondum til Tjørnuvíkar vilja seta búgv.
Øll vita, hvussu trupult tað er at fíggja nýbygging í útjaðaranum, og hann heldur fyri, at tað kann vera sera trupult at kappast við tey, sum eiga nógvar pengar, men einki tilknýti hava til bygdina.
- Eg haldi, at kommunan alla tíðina skuldi havt nøkur grundstykki til fólk, sum veruliga vilja búgva her, sigur Steinbjørn Magnussen.
...