Sáið nú ikki bara mistreysti

Fjáltur er komin á leiðslurnar í stóru bankunum og politikarar úr serliga Sambandsflokkinum. Onkur vil verða við, at tað verður ein vanlukka, um føroyingar sjálvir taka ábyrgd av fíggjareftirlitinum. Men tað er als ikki nøkur orsøk til henda fjáltur og at sáa hetta mistreystið. Tí vit fara ikki at taka nøkur óráð, sum kunnu skaða bankarnar ella okkum sjálvi

Allir flokkar hava lagt stóran dent á týdningin av, at vit gerast partur av altjóðagerðini. Somuleiðis staðfesta vit við gleði, at fíggjarstovnarnir nú reka eitt alsamt størri virksemi uttan fyri landoddarnar. Hetta er eisini ein avgjørd fyritreyt fyri, at vit framhaldandi kunnu hava ein vøkstur í samfelagnum. Ein avbyrging førir til undirgang, ein upplating er vegurin fram.

 

Tey fýra frælsini

Samgongan hevur sett sær sum mál at yvirtaka fíggjarøkið, fíggjareftirlitið og fíggjarrættin. Henda yvirtøka vil geva okkum munandi betur altjóða virkisføri og er ein íløga í eina altjóðagjørda framtíð. Yvirtøkan vil geva okkum atgongd til tað eina av teimum fýra nógv umrøddu frælsunum, nevniliga frían flutning av kapitali. Tað er ein skilagóð yvirtøka, sum vil stilla okkum betur í okkara samráðingum um ein EFTA-limaskap og við at fáa avtalu um tey fýra frælsini við ES. Hetta er ikki ein yvirtøka bara fyri at yvirtaka. Hendan yvirtøkan gevur meining.

 

Yvirtøka av fíggjareftirlitinum

Hvat merkir so ein yvirtøka av fíggjareftirlitinum í praksis? Hon merkir, at vit taka politiska og umsitingarliga ábyrgd av málinum. Løgtingið fær lóggávuheimildirnar og ikki Fólkatingið, og landsstýrið fyrisitingarligu ábyrgdina og ikki ein donsk ráðharrastova. Lóggávuvald á fíggjarøkinum, sum vit kenna tað longu nú, er alt stórt sæð regulerað í ES-lóggávu. So tað snýr seg meira um at seta í gildi lóggávu, heldur enn at vit sjálvi smíða hesar lógir. Men munurin verður, at allar heimildir liggja hjá okkum og ikki í Fólkatinginum. Stóri fyrimunurin liggur í, at vit tá fáa ræði á tí eina frælsinum í okkara altjóða virksemi og vit sjálvi kunnu gera avtalur innan økið.

 

Fíggjareftirlit eftir føroyskum leisti

Tá ið tað kemur til tann praktiska partin, so kann hesin loysast á ymiskan hátt. Málið er, uttan mun til, hvør loysn verður vald, at fíggjareftirlitið skal hava eitt altjóðastøði, sum ger, at virðingin verður tann sama, sum hon er í dag. Kredittvirði føroyinga, sum Moody´s hevur givið sera gott ummæli, skal ikki versna av hesum yvirtøkum.

Talan verður ikki um, at vit skulu seta á stovn eitt fíggjareftirlit við kanska hálvthundrað serfrøðingum, sum onkur hevur róð framundir. Vit taka ábyrgdina, men fara ivaleyst at gera eina avtalu við eitt eftirlit, sum kann átaka sær hesa uppgávuna okkara vegna. Sannlíkt er, at endin verður, at vit gera eina avtalu við danska fíggjareftirlitið um, at tey røkja hesa uppgávu framyvir okkara vegna og fyri eitt gjald, sum tað almenna má gjalda.

Tískil er heldur eingin vandi fyri, at bankarnir skulu gjalda hægri rentu fyri lántøkur úr útlondum av hesi orsøk. So fyri umdømi og onnur viðurskifti fer neyvan tann stóri munurin at merkjast.

 

Trygdin hjá innsetarunum

Tá ið talan er um trygdargrunnin ella “indskydergarantifonden”, sum tryggjar øllum, ið hava innistandandi í einum banka við upp til 300.000 kr., so er tað givið, at henda skipan fer at halda fram. Føroyskir peningastovnar verða partur av donsku trygdarskipanini fyri eitt ávíst gjald, sum teir longu nú gjalda. Hetta er ein samhaldsføst avtala millum bankar, og hví skulu vit ikki kunna halda fram í hesari, sjálvt um málsøkið verður føroyskt?

 

Eg haldi ikki, at tað gagnar okkara kredittvirði sum tjóð, at vit í kór siga, at vit einki kunnu sjálvi, og at alt fer í sor, um vit sjálvi taka ábyrgd. Vit mugu signalera sjálvsálit og ikki sáa mistreystið.