skal halda seg á sama støði saum tann væntaða inflasjónin. Byggivinnan sigur, at ov fáir bústaðir verða bygdir, tí trot er á grundstykkjum og byggi- og býarætlanum. Harafturat verður víst á, at Húsbankin [...] íbúðir umborð á marglætisskipinum "The World", kunnu nú vænta sær rokning frá norska skattavaldinum. Skattavaldið hevur roknað seg fram til, at teir einstøku eigararnir kunnu vænta sær rokning upp á millum 2000 [...] Skattavaldið sigur, at tølini eru fyribilstøl, tí tey eru ikki liðug at virðismeta íbúðirnar umborð á skipinum.
stuttur, men á ferðini her heima eydnaðist eigarunum at vísa skipið fram, bæði á Skálafjørðinum, í Havn og úti fyri Leirvíkini, har bygdarfólkið hjá høvuðseigarunum kundu síggja skipið úti á vánni. Sjáldan [...] Justinussen, sum gav skipinum navn, og í øðrum kasti móti skipssíðuni, fór fløskan í knús. Osmund Justinussen er nevndarformaður í felagnum, sum eigur Eldborg, og hann var fyrstur á pallin og greiddi frá [...] Sjáldan áður man so nógv fólk hava verið savnað á vestaru bryggju í Havn, sum um 14-tíðina leygardagin, tá Eldborg legði til bryggju, og røður vórðu hildnar. Eftir røður, navngeving og sang, vórðu fólk boðin
Kransurin slapp so at reka móti landið og so væl vildi til, at Ziska fekk fatur á honum og gera hann fastan á landi. Á henda hátt kundu menninir flytast í land og orsakað av bragdinum hjá Ziska vóru 17 av 26 [...] 1927. Ernestina fekk ikki so nógv ár í føroyska flotanum. Hon fórst 26. marts 1930 á suðurlandinum í Íslandi um 10 tíðina á kvøldi. Svam í ringasta illveðrið Tað var rættuligt illveður hetta kvøldið. Kavarok [...] svimjandi á rygginum kom hann í land. Óðamannaverk, hevði onkur sagt, men tað hevur verði eitt satt bragd. Manningin festi síðani ein endað í ein bjargingarkrans, ið varð blakaður út av skipinum. Kransurin
Tíðliga í morgun kom Vædderen á Havnina, og klokkan tíggju varð boðið til tíðindafund umborð á verjuskipinum. Danska verjuskipið er tikið úr vanligu siglingini hjá sær, og skal komandi átta mánaðirnar [...] Vædderen er umbygdur til granskingarskip, og tað sæst millum annað aftur í, at vanligi tyrlupallurin á skipinum er burtur, og í staðin standa bingjur í hópatal, fullar av granskarum og granskingarútbúnaði. [...] umstøður umborð. - Ja, hetta er í roynd og veru ein flótandi granskingardepil, var tað onkur sum helt fyri á tíðindafundinum í morgun. Men soleiðis kemur skipið bara at síggja út næstu átta mánaðirnar til ran
fekk vakthavandi á marinustøðini í Havn boð um, at línuskipið Ågot hevði fingið ein sjógv.Hesin sjógvurin gjørdi oyðilegði alla nautiska útgerð á brúnni, og einans basr til at stýra skipinum við hond. Marinustøðin [...] bar til at seta manning av Hvidbjørnen um borð á Ågot. Hetta bar ikki til fyrr enn tíðliga mánamorgunin, tá komið varð undir land. Ågot og Hvidbjørnen vóru á Klaksvík mánamorgunin klokkan níggju. [...] Marinustøðin fekk eisini at vita, at skiparin, ið var staddur á brúnni, tá skipið fekk sjógvin, hevði fingið stóran skaða. Ódn Veðrið var av tí ringasta í økinum, har skipið fekk sjógvin. Vindmegin var um
liggja í ferjuleguni á Krambatanga í Suðuroy. Tað staðfestir Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum. Ferjulegan á Krambatanga hevur eina atløgusíðu og tað stendur ofta á at hava skipið liggjandi [...] verið noydd at liggja heilar nætur við fullari kraft á skrúvunum fyri at halda skipinum at. Tosað hevur verið um at leingja atløgubryggju eftir molanum út á fjørðin, so at hann kann skifta ímillum, alt eftir [...] kostar tað niður ímóti 250.000 krónur meturin. - Tað er burturvið at gera slíkt arbeiði í smáum, tí upp á seg er tað nógv bíligari at gera alt í senn, sigur hann.
maskinmeistari umborð á Maersk Pacer seinastu sjey árini. Í heilsanini greiðir hann frá, hvussu tað kendist á seinastu ferðini, áðrenn skipið varð upphøgt. Um hetta kann lesast á Facebook-síðuni hjá Føroysku [...] upp. Jákup Jakobsen vísir á, at teir komu til Aliaga í Turkalandi fríggjamorgunin hin 29. september klokkan 8, og longu klokkan 13.15 sigldu teir við stívliga 13 míla ferð upp á strondina, har skipið lyfti [...] maskinur vórðu steðgaðar, alt bleiv lukkað niður og skipið lagt svart. Ein tíma seinni fóru vit av skipinum og flugu heim. Eftir sjey ár við Mærsk Pacer, harav hálvt fimmta ár út frá Rio de Janeiro, var tað
knýttir at skipinum, høvdu mist sína hýru kortini - antin fyrr ella seinni, soleiðis sum gongdin hevur verið. Sum formaður í Fiskimannafelagnum hevur Jan Højgaard leingi fýlst á, at útlendingar umborð á føroyskum [...] øldini í síni heild. - Tað eigur ikki at lata seg gera at hava útlendingar umborð á føroyskum fiskiskipum, ei heldur á føroyskum arbeiðsplássum fyri minni løn og verri sømdir enn okkara egnu fólk fáa. [...] - Eg vænti, at teir, sum høvdu sína hýru umborð á Fríðborg, høvdu mist hana kortini - antin fyrr ella seinni, soleiðis sum gongdin hevur verið, sigur Jan Højgaard. Formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan
Herfyri vóru tvey føroysk skip á Fuglafirði við sild. Norðborg hevði 840 tons av ídnaðarsild og nakað av mjøli og lýsi, sum manningin framleiðir umborð. Fagraberg var eisini á Fuglafirði herfyri við fullari [...] Havgøltur er eitt alternativ til aðra rávøru, men framleiðslan úr hesum fiskaslagi er á byrjunarstigi, siga tey á Havsbrún. Hvassur fiskur Í fjør keypti Havsbrún út við 11.000 tons av havgølti. Tað eru [...] 000 og 300.000 tonsum um árið, noyðist nú at klára seg við einum triðingi av hesum. Sløk 90.000 tons Á Havsbrún siga tey, at ráfiskanøgdirnar higartil í ár tátta í 90.000 tons, men vónirnar eru smáar um
kvæðamentan, annað undirhald er eisini á skránnið á túrinum. Nevnast kann, at Terji Rasmussen spælir í Naust barrini og harmonikan fer eisini at runga á skipinum. Er tað onkur, sum ætlar sær við, men enn [...] Nú skal serliga kvæðamentanin setast í hásæti í fýra dagar umborð á Norrönu. Tá Norröna leggur frá bryggju mánadagin klokkan 14, er tað við umleið 300 kvæðafróum – og kvæðafróðum – gestum. Leiðin liggur [...] liggur til Seyðisfjarðar, og har verður gjørd onkur útferð. Millum annnað verður vitjað á Skriðuklaustri, sum kann kallast mentunarháborgin í Eysturíslandi. Skriðuklaustur hevur nógv áhugavert at vísa fram