Ídnaðarveiða
Eftir at føroyska svartkjaftakvotan er minkað so nógv, hevur hetta rættiliga gingið útyvir ráfiskanøgdirnar hjá Havsbrún í Fuglafirði.
Virkið, sum áður tók ímóti 200.000 og 300.000 tonsum um árið, noyðist nú at klára seg við einum triðingi av hesum.
Sløk 90.000 tons
Á Havsbrún siga tey, at ráfiskanøgdirnar higartil í ár tátta í 90.000 tons, men vónirnar eru smáar um at røkka teimum 100.000 tonsunum tað, ið eftir er av hesum árinum.
Herfyri vóru tvey føroysk skip á Fuglafirði við sild.
Norðborg hevði 840 tons av ídnaðarsild og nakað av mjøli og lýsi, sum manningin framleiðir umborð.
Fagraberg var eisini á Fuglafirði herfyri við fullari last – ella út við 3.000 tonsum.
Veiðan hjá Fagrabergi var sild við íblanding av svartkjafti.
Havgøltur
Seinastu tíðina hava eisini tvey írsk nótaskip landað havgølt í Fuglafirði. Tey fiska í ES-sjógvi og veiðan, tey higartil í ár hava lagt upp í Fuglafirði, er tilsamans 5.000 tons av hesum fiskaslagi.
Havgøltur er eitt alternativ til aðra rávøru, men framleiðslan úr hesum fiskaslagi er á byrjunarstigi, siga tey á Havsbrún.
Hvassur fiskur
Í fjør keypti Havsbrún út við 11.000 tons av havgølti.
Tað eru írsku systirskipini, Father McKee og Brendelen, sum serliga hava fiskað havgølt á leiðunum sunnanfyri Írland og niðri móti Ensku Kanalini.
Skipini hava roynt at funnið keyparar ymsastaðni, og Havsbrún í Fuglafiðri hevur víst fiskaslagnum áhuga.
Havgøltur er smáur fiskur. Er slagið gott, liggur støddin millum 10 og 13 cm., men er fiskurin smáur, er longdin einar 5-6 cm. Fiskurin minnir um kongafisk í skræðuni; hann er nakað hvassur, og tí er hann eisini ringur at fáa upp úr skipinum.