Forminnissavnið fingið modell av Ernestinu

Í sambandi við at Føroya Fornminnisfelag hevði 100 ára samkomu lat Norðoya Sparikassi savninum eitt modell av skonnartini Ernestina

Føroya Forminnissavn hevði fyri kortum 100 ára samkomu og í tí sambandinum nýtti Jógvan Elias Joensen, formaður í umsjónarráðnum fyri Norðoya Sparikassa høvi til at handa savninum eitt modell av skonnartini Ernestinu.

Ernestina var fransaskonnart og hevði heimstað í Klaksvík tey trý árini hon var heimahoyrandi í Føroyum. Tað vóru brøðurnir Jógvan Kjølbro g Dávur úr Gerðum, sum keyptu hana í Fraklandi í 1927.

Ernestina fekk ikki so nógv ár í føroyska flotanum.

Hon fórst 26. marts 1930 á suðurlandinum í Íslandi um 10 tíðina á kvøldi.


Svam í ringasta illveðrið

Tað var rættuligt illveður hetta kvøldið. Kavarok og sera ring líkindi. Ja, so ringt var veðrið,at tað var ikki hugsingur um at fara á land við bjargingarbáti.

Tí gjørdi Ziska Jacobsen, ið var av bestu svimjarum, av at svimja í land við einum enda um miðjuna.

Men av tí at veðrið var so ringt sum tað var, so bar tað heldur ikki til. Tí gjørdi Ziska ikki mætari enn at hann svam í land uttan enda um miðjuna og svimjandi á rygginum kom hann í land.

Óðamannaverk, hevði onkur sagt, men tað hevur verði eitt satt bragd.

Manningin festi síðani ein endað í ein bjargingarkrans, ið varð blakaður út av skipinum.

Kransurin slapp so at reka móti landið og so væl vildi til, at Ziska fekk fatur á honum og gera hann fastan á landi.

Á henda hátt kundu menninir flytast í land og orsakað av bragdinum hjá Ziska vóru 17 av 26 monnum bjargaðir.

Tað er Hans Jákup Fuglø, sum hevur gjørt modellið av Ernestinu og tað er sera væl úr hondum greitt